Sunday, November 28, 2010

Og mentanarvirðisløn landsins fer til...

Gleðiligu heysttíðindini eru, at mentanarvirðisløn landsins og heiðursløn landsins ikki verða avtiknar kortini. Hetta er sjálvandi ikki meir gleðiligt enn tað er syndarligt, at tað yvirhøvur hevur verið talan um at avtaka so umráðandi virðislønir innan mentanarøkið, sum frammanundan er fíggjarliga niðurpínt. Summi halda, at eingin samsýning er eins stór og kærleikin og lønin pá tann eina dag, men pengar eru ikki so galnir og á listablogginum eru vit av teirri sannføring, at reiður peningur er einasti ordiligi máti at fagna einum listafólki.

Tessvegna geva vit komandi 3 dagarnir okkara meining til kennar um hvørji 3 myndlistafólk áttu at fingið mentanarvirðisløn landsins skjótast gjørligt. Tita Vinther og Zacharias Heinesen eru ikki við, tí tey tíbetur hava móttikið mentanarvirðisløn landsins.

Nummar tvey er Torbjørn Olsen, sum eftirhondini hevur nátt hóskandi aldur til at verða fagnaður av landinum


Torbjørn Olsen (1956)


Í fleiri tíðarskeiðum seinastu fimmti árini hevur málningalistin verið sera illa lýdd. Í 1960-unum, 1970-unum og aftur í 1990-unum hava fleiri leiðandi listafólk og ummælarar nærum gjørt tað til eitt tabu at mála. Í hvussu so er varð tað mett at vera ein sera afturhaldssinnað og óelegant list.

Listamálarin Torbjørn Olsen tykist tó kortini at vera púra óávirkaður av hesum kreppum í málningalistini. Hann fór undir sína listarligu yrkisleið í 1970-unum og hugsaði yvirhøvur ikki um, at tað ikki var kul at mála. Eisini í 1990-unum málaði hann uttan eina løtu at drála.

Helst hevur Torbjørn Olsen longu sum heilt ungur listamaður í 1970-unum vitað, at talan var einans um mótafyribrigdi, ið málningalistin heilt víst fór at vinna á. Í 1990-unum hevur sami búni listamaðurin óivað rist á høvdinum, tá onnur hava sagt, at málningalistin var eitt ov kenslusamt og avoldað listaslag. Tí í hvørgari kreppuni veik Torbjørn Olsen frá síni málningalist. Í staðin hevur hann víst okkum, at málningalistin er ein sera viðkomandi listagrein, og vit kunnu nýta hansara málningar til at viðgera megina í einum málningi.

Málningarnir hjá Torbirni Olsen vísa okkum, at megin í einum málningi er í litunum; styrkin í litunum, tað viðkvæma í litunum og í teimum pinkalítlu skiftunum millum litir, sum málningurin betur enn nøkur onnur listagrein megnar at vísa. Megin í málninginum er eisini í tí tóma rúminum, sum er at síggja tey støð, har løriftið er órørt, har rúmið knappliga gerst undarligt, uppbýtt, ambivalent, og tað er í linjuni, sum ta einu løtuna er dynamisk og tykist at liva sítt egna lív og í eini aðrari løtu er konstruktiv og byggir upp rationell skap og rúm.

Og Torbjørn Olsen spælir alla tíðina við hesi skift í litunum, rúminum, ljósinum og linjunum, sum einans letur seg gera í málninginum. Haraftrat evnar hann at nýta hesi skift til at skapa fleiri veruleikar í senn. Fáa fleiri heimar, objekt og menniskju til at liva á sama flata. Fáa iva, ótryggleika og veikleika til at liva saman við skapanarmegi, lívsmegi og viljastyrki. Hann evnar at finna rørslu í einum heimi, ið samstundis er fullkomiliga lammaður, og hann finnur ræðuligan larm í einum rúmi, har tað samstundis er pinnastilt. Og hann kann ta einu løtuna siga eina søgu, og so løtu seinni sleppa søguni og so burturav vera beint her. Talan er um lag oman á lag av máling, tilvitskustigum, rúm- og tíðarfatanum.

Sagt í stuttum dugir Torbjørn Olsen málið í málninginum. Hann megnar at nýta tað, sum einans málningurin kann. Hann skilir fult og heilt megina í málningalistini, og tað ger øllum atfinningunum móti málningalistini sum listagrein til skammar. Ja, Torbjørn Olsen hevur so serliga væl megnað at steðgað modernistisku leysasøguni, at málningurin er deyður. Fyri mín part í hvussu so er, tí enn eru tey, ið siga, at málningalistin onki hevur at siga okkum.

Kanska hava tey ongantíð sæð málningarnar hjá Torbirni Olsen.

Úr Bókini Livandi List
(IS)