Tuesday, November 9, 2010

Pauli í Sandagerði ger verk til skúlan á Argjahamri


Tórshavnar Býráð ger nógv burturúr nýggja Skúlanum á Argjahamri. Sum kunnugt vann Astri Luihn kappingina um listprýðing av skúlanum, sum skal kosta heili 2 prosent av byggikostnaðinum. Kostnaðurin verður umleið 200 milliónir krónur. Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu hevur mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð samtykt at játta 50.000 krónur til eitt tónleikaverk eftir tónaskaldið Paula í Sandagerði, sum skal frumframførast, tá tann nýggi Skúlin á Argjahamri verður tikin í nýtslu í august 2011. Sambært heimasíðuni er ætlanin hjá Paula at gera eitt verk til 6-12 ljóðføri og 4-raddað kór.

Jógvan Arge, ið er formaður í mentamálanevndini, grundgevur fyri hesa ætlan, at nevndin metir tað vera hóskandi at fáa eitt tónlistaverk til vega í hesum føri, tí Skúlin á Argjahamri er fyrsta stóra kommunala verkætlanin, ið fer av bakkastokki á Argjum, síðan kommunurnar vórðu lagdar saman fyri meir enn 10 árum síðani. Arbeiðið at byggja Skúlan á Argjahamri hevur verið í gongd í hálvtannað ár og skúlin verður liðugur næsta ár.