KATRINA MARIA HANSEN
Ein áhugaverd og rættiliga øðrvísi framsýning er í løtuni at síggja í Norðurlandahúsinum við tóvirki ella bindilist hjá gjáarkonuni Katrinu Mariu Hansen (1913-2010), sum sniðgevin Jóhanna av Steinum (1980) hevur skipað fyri. Framsýningin er sett saman av teppum hjá Katrinu Mariu Hansen og nøkrum pløggum, sum Jóhanna av Steinum hevur sniðgivið og sum eru gjørd við íblástri frá verkunum hjá Katrinu Mariu Hansen, ið er abbasystir sniðgevan. Hetta er sostatt ein framsýning við bæði handverki og list. Tað er Jóhonnu fyri at takka, at hesi áhugaverdu verkini hjá Katrinu eru komin fram í ljósmálan, eins og tað eisini er Jóhanna, ið hevur monterað framsýningina á fyrimyndarliga væl skipaðan hátt.
Listasøguliga sæð er tað eitt sindur spell at teppini hjá teirri sjálvlærdu Katrinu Mariu Hansen ikki eru dagfest, tí tað kundi verið áhugavert at vita hvussu tíðliga í tíðini tey eru gjørd. Men soleiðis er tað ofta við sonevndari outsiderlist, altso list, sum er skapað av fólkum, ið onkursvegna hava verið stødd uttanfyri listaumhvørvið. Sum skilst, eru verkini gjørd í tíðarskeiðnum frá seksti- til áttatiárini. Abstraktu, geometrisku kompositiónirnar eru ómetaliga vakrar og serstakar í teirra lit- og formsamanseting og minna at kalla um bundin avbrigdi av Klee kompositiónum (Sí ta niðastu myndina her á blogginum, sum er av eini vatnlitamynd. Allar hinar myndirnar eru tiknar í Norðurlandahúsinum). Framsýningin í Klingruni í Norðurlandahúsinum er opin inntil 24.november.
(KP)