Monday, November 29, 2010

Steffan Danielsen - myndir


Framsýningin Tomhedens poesi - Steffan Danielsen læt upp á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn fríggjadagin. Undirritaða helt røðu og tað var hugaligt at síggja hvussu nógv fólk møttu upp, tó at nógvur kavi var. Eg tók ikki so nógvar myndir, meðan fólkini vóru, men í gjár, tá eg aftur var á Bryggjuni fyri at halda fyrilestur við sama heiti, eydaðist at taka nakrar myndir.

Framsýningin er eksklusiv og lítil, men úrvalið hjá Aðalsteinn Ingólfsson er gott. Framsýningin er fyriskipað í samstarvi við ymsar myndaeigarar harímillum Listasavnið, sum eigur ta fínu kirkjumyndina og Emil Thomsen, sum eigur fleiri av myndunum. Hann gav í fjør út bókina um Nólsoyarmálaran, sum John Dalsgarð skipaði fyri. John er eisini fyriskipari av framsýningini og var við í ferðalagnum í Keypmannahavn um vikuskiftið. Framsýningin er enn ikki ummæld, men av tí, at Emil Thomsen fyllti 95 í gjár, var føðingardagsgrein í Politiken, har framsýningin var nevnd, so eitt sindur av reklamu hevur verið. Framsýningin er opin inntil 27.mars í 2011. (KP)