Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu hevur listakvinnan Guðrið Poulsen vunnið kappingina um eina standmynd í Gundadali. Guðrið Poulsen er limur í felagnum Føroysk Myndlistafólk. 600.000,- krónur eru settar av til verkið.
"Í sambandi við útbjóðingina at gera listaverk á økinum uttan fyri FIMI komu 14 uppskot inn. Listabólkurin hevur ímillum innkomnu verkini valt verkið Himmalspegilin, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur gjørt.
Listaverkið er eitt horisontalt verk, umleið 8 m. í tvørmát, úr hondgjørdum svørtum sementflísum, har keramiskir formar eru stoyptir niðurí, í høvuðsheitum kringlutir í skapi, í ymiskum litum og frábrigdum. Í ávísum flísum er ljós lagt niðurí. Um dagin virka ljósini sum partur av ornamentikkinum, og um kvøldið lýsir túnið sum himmalspegil av smáum veikum vetrarstjørnum.
Listaverkið er við til at skapa og samansjóða virksemið og umhvørvið hjá teimum, ið ferðast har um leiðir. Endurtiknu kringlutu skapini, sum eru niðurfeld í listaverkið, skapa ein forvitnisligan dynamikk, og verkið bjóðar bæði til hvíld og rørslu. Himmalspegilin vendir sær til tey virknu og bjóðar til interaktión, sum í sjálvum sær í symbolum snýr seg um rørslu og gleði við at íðka og njóta fimi."
Viðgerðartíðin hjá hesum uppskoti hevur verið óvanliga long, útivið 3 mánaðir, men nú hevur Listafólkurin hjá Tórshavnar Kommunu bestemmað seg. Vit ynskja Guðrið Poulsen tillukku við uppgávuni, har hennara áhugaverda uppskot er tikið framum uppskot hjá m.ø. Tróndi Patursson, Brandi Patursson og Bjørn Nørgaard http://www.google.dk/images?hl=fo&q=Bj%C3%B8rn%20N%C3%B8rgaard&um=1&ie=UTF-8&source=og&sa=N&tab=wi&biw=1260&bih=837 Vit síggja fram til framsýningina, sum vit ætla at lýsa og viðgera í æsir, eins og vit síggja fram til kjakið, ið óivað kemur í kjalarvørrinum á hesi avgerð Listabólksins.
(KP)