Hansina Iversen tykist ikki hava tørv á at úttrykkja seg á henda hátt. Bæði verøld og ond eru eins og náttúran og menniskjan til staðar í verkum hennara, men bara í eini fjarlagdari slóð ella sum tilsipingar. Í hennara list kemur intensiteturin ikki fyrst og fremst til vega gjøgnum eina rannsakan av henni sjálvari og av sambandinum við heimin kring hana, men heldur gjøgnum eina rannsakan av tí abstrakta.
Linja og litur eru týðandi partar í listini hjá Hansinu Iversen. Listakvinnan hevur tikið burtur allar slóðir av veruleikanum. Hon hevur tikið burtur alt óviðkomandi úr myndini og í staðin skapað eitt formkonsentrat. Við at halda fast uppá hvussu umráðandi lutfallið ella samspælið millum linju og lit er, noyðir hon okkum til at at kveistra burtur hugskotið um list sum imitatión og í staðin gerast vit tilvitaði um tað reint estetiska. Vit gerast tilvitaði um kjarnan í forminum, linjunnar greidleika og dýpdina í litinum og uppliva um somu tíð hvussu stillisligar, spontanar og livandi hesar myndirnar sýnast.
Men hóast úttrykkið hjá Hansinu Iversen ikki er beinleiðis knýtt at náttúruni á sama hátt sum vanligt er í føroyskari myndlistahevd og hóast hennara myndaheimur ikki er so beinleiðis knýttur at sálarinnar innastu kvøl sum vit síggja tað hjá hennara ekspressionistiku starvsfeløgum, so eru myndir hennara ikki minni sterkar av teirri orsøk. Hansina Iversen hevur prógvað, at samspælið millum linju og lit er eins valdandi, eins gátuført og óendaligt sum samspælið millum verøld og ond ella millum náttúruna og menniskjað.
(IS)