Saturday, November 20, 2010

Fepurkendar marrusjónir


Claus Carstensen í Steinprenti

Listarliga sæð hevur hetta árið verið sera hendingarríkt. Ólavsøkuframsýningin var ikki liðug, tá tey ungu lótu upp framsýning í Müllers Pakkhúsi. Samstundis hava aðrar framsýningar verið í Havnini, í Smiðjuni í Lítluvík, í Galerie Focus, í Norðurlandahúsinum og í Steinprenti hava eisini fleiri framsýningar verið, eins og nógv virksemi hevur verið uppi á í verkstaðnum, har fleiri áhugaverd listafólk hava arbeitt, m.a. Peter Carlsen, sum vit hava greitt frá her á blogginum. Claus Carstensen hevur eisini arbeitt nakrar dagar á verkstaðnum við nøkrum sterkum og óhugnaligum myndum, við heitinum "The pavilion of the naked", ið taka myndevnisligt støði í ræðuleikunum undir Pol Pot og Reyðu Khmerunum í Cambodia í sjeytiárunum. Claus er vanur at eksperimentera og tað gjørdi hann so sanniliga eisini á hesum sinni við m.a. at klippa hol í myndirnar á sama hátt sum Pol Pot sjálvur klipti høvdini út í bókini, sum hann hevði við myndum av sínum yvirmonnum, tá hann hevði avrættað teir. Holini í litografiunum tykjast ógvuslig, næstan sum herverk, ið leggja eyka dent á andskræmiliga innihaldið í myndini, ið sigur frá ræðuliga fólkamorðinum, sum kom í kjalarvørrinum á einari kommunistiskari utopi. Khmer Rouge skulu eitast at hava havt eitt motto, ið ljóðaði: ”Touk Min Chom Nenh Dork Chenh Kor Min Kat” - ”At varðveita teg er eingin fyrimunur, at missa teg er eingin missur”.

Hesar myndirnar hjá Claus Carstensen minna okkum á eina vantandi virðing fyri tí einstaka dýrmæta lívinum, sum merkti Khmer Rouge og sum merkir øll hernaðarvaldstýri til allar tíðir. Tað eina prentavbrigdið, sum Carstensen gjørdi í litum sær út til at vera úti av fokus, men árinið er tilvitað. Prentið er farið tvær ferðir gjøgnum pressuna við ávikavíst grønum og reyðum, sum liggja eitt sindur forskotin av hvørjum øðrum. Hetta gevur ein fepurkendan dám, sum um myndin darrar og áskoðarin kann næstan ikki trúgva sínum egnu eygum. Claus Carstensen arbeiðir bæði figurativt og abstrakt og kemur aftur til Føroya í næsta ár. Myndin verður at síggja á framsýningini Myndaódnin 2010, sum letur upp í Steinprenti í næstum.
(KP)