Ikki er tað ofta, at tú hoyrir um eina framsýning við tveimum føroyskum surrealistum, men bæði Tummas Jákup Thomsen og Beinta av Reyni kunnu bæði rópast eitt slag av nýsurrealistum og sýna tey bæði fram í Haderslev Kunstforening á eini framsýning, ið nevnist FÆRØSKE MOTIVER.
Eftir teimum báðum myndunum hjá ávikavíst Beintu og Tummas Jákupi at døma, kundi hendan framsýningin verið áhugaverd at sæð. Men liggur leiðin ikki framvið Haderslev, er høvið eisini at síggja myndir frá framsýningini her á Listablogginum. Beinta av Reyni hevur eisini framsýning í Listaglugganum í Dr. Jacobsensgøtu. Hon sýnir fram saman við Heidi av Reyni, ið hevur gjørt nakrar smærri standmyndir, ið eru hegnisliga framleitt áhugaarbeiði.
Beinta av Reyni skal sjálv ansa eftir, at hennara myndir ikki gerast hugnaligar dekoratiónsmyndir. Hennara bestu myndir sum t.d. tann av kirkjuni á Eiði eru listaverk, men summar av nýggju myndunum tykjast onkursvegna ov lættar og slættar við eitt sindur óoriginalum effektum við lekrum málingakleiggi, ið liggur omaná ljósa himmalhválvinum í teimum annars annars realistisku myndunum av einum bygdarlagi á Eiði. Summi av teimum sveimandi fjallalandsløgunum minna um myndir hjá dugnaliga, danska listamanninum Poul Anker Bech.
Myndirnar hjá Eyðun av Reyni líkjast myndevnisliga og í stíli myndunum hjá pápa hansara, men í hansara føri er eingin ivi um, at tað snýr seg um verk hjá einum yrkislistamanni og onkrar av hesum nýggju ekspressivu, hálvabstraktu myndunum eru sera poetiskar. Sambært heimasíðuni hjá Galerie Focus læt framsýningin aftur 4.nov.
(KP)