Thursday, November 25, 2010

Markleys list - Anker Mortensen

Málaraskald

Vit leggja í eini greinarøð dent á list, sum bæði er visuel og poetisk og sum ofta kemur frá listafólkum, ið bæði duga at úttrykkja seg skrivliga og myndaliga.  Í hesi røð við heitinum Markleys list eru vit komin til málaran og grafikaran Anker Mortensen (f.1961). Hann er limur í Heystframsýningini og sýnir har fram sínar serstøku, poetisku og sveimandi myndir. Hansara myndir prýða permurnar á bókum hjá t.d. Tóroddi Poulsen (Steðgir og Sót og søgn) og teir báðir hava samstarvað áður, m.a. hava teir saman við Bjarne Werner Sørensen havt eina felags framsýning Corda Atlantica, har Tóroddur Poulsen skrivaði yrking sína IKON á eina av ikonunum hjá Anker. Hann prýddi eisini permuna á fløguútgávuni "September í bjørkum sum kanska eru bláar" hjá Carl Jóhan Jensen.

Myndirnar hjá Anker Mortensen er abstraktar og hava ofta poetisk heiti sum t.d. "Bræv til Janus Ega", "Dukka mín er blá" og "Skýggini ganga tvørturum verðina" og "Sum í gjøgnum sortar skýggja", ið øll taka støði í littererum keldum. Men Anker Mortensen dugir sanniliga eisini sjálvur at skriva og í bókini um hann, sum varð givin út á egnum forlagi í 2001 eru fleiri av hansara frálíku tekstum, t.d. hesin:

...Og havið, tað fer eisini inn í oyrað. Havið nertir við sandin. Viðhvørt sigli eg á havinum í báti. Onkuntíð sovi eg á einum skýggi. Ein likka. Nú sigli eg til gongu á sandinum og í lynginum fram við havinum. Ikki fram við landinum. Tá ið eg gangi uppi á Reynsmúla, letur láin. Yviri við Strond, gullkálvarnir. Er tað sami vindur sum í gjár, ið blæsir í dag, ella hoyrir vindurin, eg hoyrdi í gjár, degnum í gjár til. Tað veit vindurin. Hann ger, sum hann vil. Ikki kann eg telja sand í ein dag, tá ið dagarnir hava hvør sítt navn. Hvørva tárini í sandin. Og so øll eyguni. Fet fyri fet. Men bara eitt í senn ella tvey. Ein bunki í alt. Uttan at renna. Onkuntíð korkalitt fet. Fetini bera sinnið. Lyngurin berini. Hvør ber skýggini. Havið bátin. Stundum eru tankarnir ikki so tætt við sandin, men í fjøllunum, sjálvt um lotið kínur pannuna, og sólin skínur á hondina. Tað er ikki so langt frá hondini upp til pannuna. Røkkur hondin sólina. Beinina ganga. Sólin er í pannuni.  

Teksturin "Sólin aftanfyri skýggj" var upprunaliga prentaður í einum katalogi, sum Norðurlandahúsið gav út í sambandi við eina framsýning hjá Amariel Norðoy í 1997. Umframt, at teksturin í sær sjálvum er eitt fantastiskt verk í sær sjálvum, er hann eisini eitt slag av listarligum credo, sum ikki sigur so lítið um listarligu hugsjónirnar hjá Anker.


Sólin aftanfyri skýggj

Sum tá ið sinnið flytur seg, sum tá ið tankin loysnar og hvørvur er skýggj, ið dettur í á og rennur oman í havið, og ein dropi søkkur niður á botn og verður ein perla í goggu. Ljósið í rúminum í høvdinum. Og so tað at tveita andlitið niður í bøin og myndin stillisliga byrjar at tosa. Ferðin og tankar, ið flyta seg frá einum tanka yvir í ein annan tanka, frá einum plássi yvir á penapláss, frá fløkju til ró. At nærkast tí andaliga sum allatíðina er har. Stjørnur sum lýsa hóast eygu blunda. Vindurin sum boyggir gras í rúminum í høvdinum, tá ið tað lotar. eisini havið. Tað ljósið, ið býr í list og í rúmum í hjørtum. Og aftanfyri eygnalok. Tá ið skýggj er frammanfyri eygað og skýggj er aftanfyri eygað, er eygað mitt í millum. Tá ið skýggj hvørvur er eygað sól.