Alt í lagi, at vit eru eitt lítið land, men vit hava kapasitetirnar til eitt ordiligt listakjak. Tað einasta, ið krevst er, at miðlarnir raðfesta mentanartilfarið, og viðgera tað eins neyvt og atfinningarsamt sum tey gera – ella áttu at gjørt - við alt annað tilfar. Tað kann tykjast banalt og sjálvtsagt, men tað er umráðandi í listakjakinum, at vit øll vita, hvat vit kjakast um. Eitt nú er umráðandi at skilja í millum nær vit tosa um ummæli og nær vit tosa um hugleiðingar osfr.
Tær vanligastu sjangrurnar innan mentanartilfar eru:
Ummæli:
Ummæli eru subjektivar metingar, sum ikki nýtast koma frá fakfólkum. Hugskotið við einum ummæli er nevniliga, at tað skal vera kritiskt greinandi, helst eisini klókt, men einki krav er um objektivitet. Myndugleikin hjá einum ummælara stendst ikki av fakligu bakgrundini hjá avvarðandi ummælara, men av tí trúvirði, sum viðkomandi hevur megnað at bygt upp kring sín persón. Ummælið er umráðandi amboð í mentanarkjakinum m.a. tí ummælið í síni kritisku viðgerð av listini er eitt týðandi íkast í kensluborna dygdarkjakið, sum stórtsæð ikki sæst aðra staðni enn júst í ummælnum. Órein ummæli kunnu vera skaðilig og beinleiðis oyðileggjandi fyri listafólk, og tí eiga ummæli eisini at vera diskuterað og kritiserað. Ummæli av ummæli er ein neyðug undirsjangra, sum eigur at vera dyrkað á sama kritiska grundarlagi sum sjálvt ummælið.
Formidling:
Formidling ella miðlan fáast fakfólk við fyri at vísa veg inn í listaverkini. Kritikkur er ikki partur av formidlingini, tó at formidling ofta verður mistikið fyri eitt positivt ummæli. Í fjølmiðlunum kann listamiðlan hava lyndi at virka lærandi og sjálvupptikin (pedantisk), men tænir kortini einum umráðandi og mennandi endamáli. Listamiðla kann við sínum lættfatandi og positiva tóna vera við til, at kasta størri fokus á listina. Tí hoyrir formidlingin ella listamiðlanin til ta fullfíggjaðu og fjølbroyttu mentanarviðgerðina.
Fakligar metingar:
Fakligar metingar eru tað bert fakfólk, ið fáast við. Tær eiga fyrst og fremst at gerast ”backstage”, tað vil siga í sambandi við avgerðir um, hvørji listafólk skulu stuðlast fíggjarliga, og hvørji verk skulu keypast ella bíleggjast. Undirhaldsvirðið fyri miðlarnar er ikki tað stóra, eins og argumentatiónin er turrislig. Tí eru fakligar metingar bert viðkomandi fyri fjølmiðlarnar í sambandi við viðgerðini av, hvør fær listastuðul og hvør hevur fingið almennar uppgávur. Her eiga fakligar metingar altíð at vera galdandi fram um alt annað.
Hugleiðingar:
Hugleiðingar eru ofta heilaspuni, sum er spunnin út frá einum ella øðrum konkretum verki. Tó at hugleiðingar kunnu vera rættiliga kritiskar, er talan ikki um beinleiðis ummæli, tí hugleiðingar kunnu samstundis snúgva seg um alt møguligt annað enn júst listaverkið, sum tey í grundini viðgera. Dygdin í hugleiðingini valdast tí ikki so nógv um, hvussu gjølliga evnið verður viðgjørt, men meira hvussu dugnalig, klók og hittinorðað høvundurin er. Hugleiðingar er gott og undirhaldandi tilfar, sum flytir okkum inn í nýggjar hugsunarhættir og nýggjar mátat at skoða at heimin. Tí eru hugleiðingar umráðandi í listakjakinum.
Umrøður:
Umrøður kunnu bæði leik og lærd standa fyri. Tað kunnu verða avrit av tíðindaskrivum, ymiskt sløg av reportasjum, áðrennummrøður og annars summi gerandis mentanarnýggjheitir. Tær eru altíð positivar og hava ongantíð ábendingar um nakað negativt ella kritiskt. Allíkavæl eru tær umráðandi, tí tær kunna almenningin um, hvat hendir í mentanarlívinum. Umrøður hava lyndi til at rúgva nakað nógv í bløðunum, sum á henda hátt gerast reklamusúlur fyri mentanina í staðin fyri at viðgera mentanina. Uttan at hava neyv tøl giti eg, at umleið 70 % av mentanartilfarinum í føroysku fjølmiðlunum man vera umrøður.
Kjakíkast:
Hesi kunnu koma frá øllum, sum hava áhuga fyri mentan og sum duga at finna nýggjar hættir at skoða mentanina. Kjakupplegg kunnu eisini vera provokerandi og kjakfremjandi og tí spegla tey ikki altíð hugsan høvundans. Kjakíkast eru umráðandi, tí tey kynda upp undir almenna kjakið og tvinga á tann hátt politikarar at taka støðu. Í fjølmiðlunum eru kjakuppleggini lutfalsliga fá, og tá tað endiliga er okkurt, megna fjølmiðlarnir illa at fylgja upp upp á tey. Á henda hátt blíva tey til týdningarleysar provokatiónir, sum ikki tæna teirra upprunaliga endamáli.
Gransking:
Granskingartekstir eru sera sjáldsamir (innan myndlist hava vit t.d. onga veruliga gransking) og annars eru granskingartekstir ofta keðiligir og tí ikki hóskandi til tíðindaheimin. Allíkavæl nevni eg gransking, tí tað hoyrir við til kanningararbeiðið á eini mentanarredaktión at fylgja við í granskingini - ikki at lesa alla gransking, men at vita, hvat tað er, ið verður granskað í. Tí í granskingini er ómissandi menning, sum skal síggjast aftur í mentanartilfarinum í fjølmiðlunum. Fjølmiðlarnir skulu alla tíðina taka nýggj evni upp á saman hátt, sum tað verður gjørt innan granskingina. Hetta krevur helst, at tíðindafólkini hava fakligan førleika og kanska beinleiðis mentanarredaktiónir. Men í okkara fulkomna heimi, átti gransking eisini at verið tikin við.
Kritisk viðgerð:
Journalistar er bestir at viðgera mentan kritiskt, tí journalistar eru utttanfyri sjálvt mentanarumhvørvið. Men eyðsýniliga vilja journalistar ikki spilla journalistiska handverkið upp á mentan, tí seinastu árini hava vit bert havt ein journalist, Onnu Ellingsgaard, sum av álvara hevur arbeitt við kritiskari viðgerð av mentan og sum eftir øllum at døma tíverri er farin frá hesum arbeiði. Annars verður kritiska viðgerðin framd av fólki, ið sjálvi eru partur av mentanarlívinum sum t.d. eg sjálv. Og kann hetta verða trupulleiki, tí at vit onkuntíð eru ógegnig. Men kritiska viðgerðin uttanifrá er ómetaliga umráðandi, ja, alt sum snýr seg um mentanarpolitikk og hvussu listin verður stýrd eigur at vera raðfest sum fremst í fjølmiðlunum. Kanska verður tað Heini í Skorini, sum tekur næsta fetið á hesi kósini.
Viðtal:
Samrøður við listafólk eru umráðandi, tí tær geva listafólkunum orðið og serliga teimum listafólkunum, ið ikki eru skrivandi. Tað eru listafólkini, ið best skilja listina og tí er tað altíð viðkomandi og kveikjandi at hoyra, hvat listafólkini siga. Góðar listafólkasamrøður innihalda ofta óvæntaði sjónarmið og kunnu av og á lyfta mentanartilfarið upp til nakað sublimt. Eg haldi, at listafólkaviðtalið er tann sjangran, sum hevur havt størstan týdning fyri mína persónligu listafatan, men av eini ella aðrari orsøk eru tey sjáldsom.
Portrett:
Listafólkaportrett eru eitt slag av formidling, sum í grundini kundi staðið undir einari av hinum sjangrunum, men sum eru blivin so nógv brúkt her á landi, serliga í sjónvarpinum, at eg haldi, at tað skal standa fyri seg sjálvt. Listafólkaportrett er undirhald, sum loyvir okkum at koma við afturum pallin og har mýtan um listafólkaúrmælingin verður gjørd minni duldarfull. Vit sleppa t.d. at síggja, hvussu tey búgva og hoyra anekdotir frá teirra bestu vinum og familju. Hetta hoyrir til tað lættara mentanartilfarið, men tað er eisini umráðandi at hava okkurt av løttum millum alt tað eitt sindur tunga mentanartilfarið, og meiri enn so er okkurt spennandi við veruligum týdningi fyri listakjakið. Tað er longur millum gullkornini her enn tað er í einum góðum listafólkaviðtali, men tað er eisini nógv lættari gera og krevur ei stórt av journalistinum.
Hesar tíggju sjangrurnar eru allar umráðandi fyri mentanarviðgerðina í fjølmiðlunum og fyri mentanarkjakið. Men avgerandi í kjakinum um ummæli er, at tað er umráðandi, at ritstjórnirnar skilja í millum tær ymsu sjangrurnar, so at vit alla tíðina vita, hvat slag av mentanartilfari talan er um. Eg haldi, at vit kunnu koma víðari í kjakinum við at brúka røttu sjangruheitini.
(IS)