Listin 2010
Til kunningar, undirhald og ónáðir er komið eitt tíðarrit út, sum líkist frá øllum øðrum føroyskum tíðarritum. Heitið fær kanska onkran at hugsa um skipalistan, men Listin 2010 snýr seg minst av øllum um høvuðsvinnuna, tó at húkurin í Klaksvík sleppur at breiða seg yvir heilar fýra síður í ritinum. Listin 2010 snýr seg um list og mentan og inniheldur tekstir í úrvali av blogginum www.listinblog.blogspot.com, sum Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen skipa fyri og skriva. Listin 2010 er skipað í tríggjar partar í Myndlist, Listakjak og List, sum ikki er myndlist. Hetta er tað einasta føroyska tíðarritið, ið viðger list á rættiliga fjølbroyttan hátt í ummælum, lýsingum, umrøðum osfr. Mentanarhugsjónir politisku flokkanna verður lýst, eins og listasavnið verður viðgjørt sum fyribrigdi. Ummælini eru nógv í tíðarritinum, m.a. av týðandi framsýningum sum Heystframsýningini, Innrás og Ólavsøkuframsýningini. Listafólkini koma eisini sjálvi til orðanna bæði í samrøðum, hugleiðingum, yrkingum og myndum. Fyrsti tekstur í bókini er frálíka yrkingin Standmyndir hjá Alexandur Kristiansen. Tóroddur Poulsen eigur bæði yrkingar og myndir í tíðarritinum og nakrar teirra verða ummældar í eini nýggjari grein, sum ikki hevur verið á blogginum. Carl Jóhan Jensen hevur skrivað fleiri tekstir í tíðarritinum, m.a. eru fýra av hansara nýskjaldrum við. Hanni Bjartalíð eigur permumyndina á tíðarritinum, sum inniheldur sekstan litmyndir umframt eina ørgrynnu av svarthvítum myndum. Listin 2010 er 136 síður til longdar og kostar 180 krónur. Tað er Forlagið í Støplum, sum gevur út.