Kinna Poulsen greiðir frá listini hjá Steffani Danielsen, sum hon skrivaði um í bók um Nólsoyarmálaran. Eyðuni og Neil spæla tónleik. Carl Jóhan Jensen greiðir frá Hvítu Bók hjá Einar Már Guðmundsson og lesur brot úr bókini. Annika Skaalum lesur stuttsøgu og síðan verður aftur tónleikur við Eyðuni og Neil. William Smith greiðir frá síni krimibók, Gagnligt lív og lesur brot úr henni. Oddfríður Marni Rasmussen lesur yrkingar og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð lesur eina stuttsøgu, eins og Vencil 9. sum teir báðir ritsjórnað, verður lagdur fram til fólk at hyggja í. Síðan lesur Skjaldraveldið skjaldur og Inger Smærup Sørensen hevur eitt kjakupplegg við heitinum: Undir liðini á listini, sum hon heldur við støði í eini grein í tíðarritinum Listin 2010, sum eisini verður framlagt. At enda verður høvið at seta spurningar og at kjakast. Tónleikurin heldur síðani áfram.
Ókeypis atgongd og barrin er opin.