Beinta av Reyni og Tummas Jákup Thomsen hava stóra framsýning saman í Haderslev Kunstforening frá 30.oktober til 5.desember. Tað tykist vera eitt frálíkt hugskot at framsýna verk hjá hesum báðum listafólkunum saman. Vit hava fingið nakrar fotomyndir sendandi frá Tummas Jákupi frá ferniseringini av hesi áhugaverdu framsýningini og sýna tær her.