Øssur 40 ár
Myndina havi eg júst tikið her, sum eg siti og skrivi, í stovuni. Umframt órudd og leikur er eisini eitt listaverk á myndini, sum Øssur Johannesen hevur málað. Hann fyllir í dag fjøruti ár. Í einum ummæli, sum eg skrivaði um eina framsýning hjá honum í 2008 varð sagt um hansara list, at hon er anti-borgarlig ella anti-sofalist og at listamaðurin sjálvur er vorðin partur av listaverkinum: "Hóast síða hárið er demonstrativt ófriserað og stendur í allar ættir og bukssurnar eru skræddar, so at knæskelin, tann eina, er úrlatin, er okkurt fullkomiliga tilvitað yvir svarta og reyða litavalinum og stílinum sum heild, ið hóskar, nei er ein partur av av einum stórum outsider-art-heildarlistaverki, sum er Øssur Johannesen. Og hetta er óansæð, hvørt talan er um hansara tónleik, tær mongu fløgurnar og myndirnar, yrkingarnar, greinarnar ella øll brøvini, sum eru skrivað við stórum blokkbókstavum við sprittusj. Tað er eisini klæðini, gittarin, mátin,hann stillar upp til fotografering og mátin, hann á síni myspace heimasíðu greiðir frá sínum hetjum og sínum egna persónliga, viðkvæma sinni...".
Síðan hesa greinina hevur Øssur m.a. givið eina frálíka stemningsfulla fløgu út við improvisatiónstónleiki saman við basspælaranum Agnar Lamhauge og so hevur hann á sama hátt og øll onnur fingið sær eina vangamynd á facebook. Hansara støðulýsingar líkjast tó ikki nøkrum øðrum og summar teirra eru ómetaliga originalar og á sama hátt sum yrkingar hansara ein fragd at lesa. Listin ynskir Øssur hjartaliga tillukku á fjøruti ára føðingardegnum við tveimum av hansara facebookperlum.
(KP)
GÓDAN DAG ØLL SOMUL VINDURIN BLÆSIR Í GJØGNUM OKKUM ØLL SÓLIN SKÍNUR FYRI ØLLUM HEIMLEYSUM BUMSUM Í FRELSUNARHERINUM TIL MULTIMILLIONERIN MEN Í DAG ER SO DEILIGA FRIÐSÆLUR MJØRKI OG REGN EG ELSKI LJÓÐIÐ AV REGNI EG FARI ÚT Í REGNIÐ AT GANGA UM EINA LÍTLA LØTU DREKKI KAFFI VIÐ SUKUR OG MJÓLK OG VATN EG HAVI IKKI RÁÐ TIL TAXA Í DAG MÁ GANGA ØSSUR
DEILIGI NEPTUNSKI MJØRKIN VIRKAR BERÓLIGANDI OG SPENNANDI OG DRAMATISKUR VINDUR FARI ÚT AT GANGA EIN TÚR EIGI ONGAN BIL HAVI IKKI RÁÐ TORI HELDUR IKKI AT KOYRA BIL OG TÁ EG IKKI TORI ORKI TÍMI AT GANGA BRÚKI EG TAXA OG KOYRI SIOUXSIE AND THE BANSHEES GRAHAM BOND LED ZEPPELIN FOR FRÁ TAÐ MÁ TAXASJAFØRURIN FINNA SEG Í TÍVERRI EG BETALI FYRI TAÐ EG HAVI ONGAR VEINGIR TÁKNIR ELLA TELDUSTÝRD HJÓL UNDIR FÓTUNUM HEVUR TÚ TAÐ ØJ