Daft Punk. Tron Legacy promo mynd.
Eftir Knút Háberg Eysturstein
Sci-fi filmurin Tron: Legacy kemur út í næstum, og eg eri spentur og forvitin at vita eftir hvussu tað fer at spæla av. Ikki minst orsaka av tónleikinum, ið framúrskarandi franska house/electronica duo'in Daft Punk stendur fyri. Soundtrackið kemur út 7. desembur, og filmurin verður frumsýndur um miðjan desembur.
Tron: Legacy er tvey'ari til kult sci-fi filmin Tron frá 1982. Disney stendur fyri. At Daft Punk hava gjørt tónleikin til henda at síggja til uppfinnsama og kiksaða-uppá-tann-feita-mátan sci-fi film, er einki minni enn genialt, tí í tónleikinum hjá Daft Punk ljómar eisini dreymurin um eina markleysa framtíð.
Tað eru nógvir bólkar og einstaklingar, ið fáast við elektroniskan tónleik, men tað eru tey fáu, ið hava megnað at fáa langt av landi skoti sci-fi at ljóða sum møguligur veruleiki. Søguliga sæð munnu týsku Kraftwerk vera besta og mest sannførandi boðið uppá ein slíkan bólk. Teir hava eisini meir ella minni lagt lunnar undir alt tað, ið vit í dag kenna sum elektroniskan populertónleik. Konseptið kring Kraftwerk og teirra tónleik er eisini greitt og sterkt; fýra ikoniskir tónleikarar, í klædningi og slipsi, stutt kliptir o.s.fr. Pláturnar hjá teimum eru eisini eyðkendar av at tær hvør í sínum lag hava eitt greitt tema, ið letur upp fyri eini rúgvu av hugleiðingum.
Kraftwerk. The Man Machine LP. Fyrsta lagið eitur "The Robots". "Robotnik" merkir "arbeiðari" á russiskum. Spælt verður við fleirtýddar merkingar, og visuellan íblástur frá konstruktivismu og kommunismu
Teir fýra í Kraftwerk í margfaldaðum dukku/robott/maskinu líki.
Í mínum oyrum er Daft Punk ein av fáum bólkum, ið hevur megnað at taka táttin upp eftir Kraftwerk. Tá tú lurtar eftir Daft Punk kennist science fiction dreymurin um eina ørliga og markleysa framtíð livandi aftur. Reint visuelt hava teir eisini fatur í nøkrum av tí sama sum Kraftwerk; eitt greitt og sterkt konsept, ið ikki er til at taka feil av.
Gamaní er talan um eina duo, men teir báðir Thomas Bangalter og Guy Manuel de Homem-Christo hava eins og Kraftwerk eitt eyðkent look, og eru eisini eitt slag av ikonum. Teir hava tikið allan maskinu og robott estetikkin eitt stig víðari, og eru altíð í robott hjálmum á pressumyndum, konsertum og í øðrum almennum samanhangum. Fólk flest vita ikki hvussu Daft Punk síggja út í veruleikanum, vit kenna teir bara aftur sum tveir robottar. Tað finnast onkrar eldri myndir av teimum báðum uttan robott hjálm, men vit skulu nokkso langt aftur, til tíðina áðrenn Daft Punk ordiliga gjørdust Daft Punk.
Daft Punk
At teir báðir eru anonymir og hava eitt robotta image er eisini í trá við anonymitetin, ið ofta ger seg galdandi í mentanini rundanum elektroniskan dansitónleik, har tað sum oftast eru diskarar, ið spæla løg hjá øðrum fyri teim dansandi á dansigólvinum. Í flestu førum er sjálvt listafólkið, ið hevur gjørt tónleikin, slett ikki til staðar tá lagið verður framført. Ístaðin er tað ein triðji persónur, ein diskari, ið virkar sum millumliður millum avsendarar og móttakarar. Tað er eitt spæl við anonymiteti, og okkurt av tí sama hómast hjá Daft Punk.
Homework (1997)
Daft Punk hava higartil latið tríggjar plátur úr hondum, og persónliga dámar mær allar. Homework (1997) legði eitt megnar grundstøði, og er ein nýklassikari innan house og elektroniskan dansitónleik. Discovery (2001) heintar íblástur og samplingar úr alskyns eldri disco, funk og soul tónleiki, og evnar burturúr hesum ein litríkan og melodiøst fangandi framtíðarheim, ið fekk prikkin yvir i'ið, tá Daft Punk og japanski Manga instruktørurin Leiji Matsumoto framleiddu animeraða musical teknifilmin Interstella 5555: The 5tory of the 5ecret 5tar 5ystem, hvørs soundtrack er Discovery plátan í fullum líki.
Discovery (2001)
Human After All (2005)
Tron og Tron: Legacy eru ein søga fyri seg. Fyrsti Tron filmurin innihelt slóðbrótandi nýtslu av teldugrafikki, og var filmurin eitt nýbrot í síni samtíð. Uttan at avdúka ov nógv kann sigast at Jeff Bridges leikar høvuðsleiklutin sum protagonisturin og telduspælssnillingurin Kevin Flyn, og í nýggja Tron: Legacy leikar Gareth Hedlund leiklutin sum sonur Kevin; Sam Flynn. Um fyrsti filmurin var visuelt slóðbrótandi í síni tíð, so er nýggi filmurin at meta út frá trailarum ikki minni flottur á at líta. Talan er um hugflogs- og litríkar filmar fyri børn og barnsligar sálir. Tey, ið duga og tíma at undrast.
http://en.wikipedia.org/wiki/Tron_(film)
http://en.wikipedia.org/wiki/Tron:_Legacy
http://en.wikipedia.org/wiki/Tron_(film)
http://en.wikipedia.org/wiki/Tron:_Legacy
Fá meir at vita um filmarnar, við at klikkja á leinkjurnar. Eg eri spentur at vita hvussu filmurin spælir av, og ikki minst hvussu soundtrackið roynist. Sum skilst vera Daft Punk sjálvir við í filminum sum “DJ forrit”. Livst so spyrst.
Tron Legacy trailari við einum (broti úr?) spildurnýggjum Daft Punk lagi afturvið:
http://www.youtube.com/watch?v=SPFpcKm0B7U
Knút Háberg Eysturstein
http://www.knuthabergeysturstein.blogspot.com/