Í ár skipa vit fyri tveimum framsýningum. Báðar framsýningarnar verða í Tórshavn.
Í Perluni verður framsýning av ymsum projektum, sum Tórshavnar Kommuna hevur arbeitt við í seinastuni. Flestu verkætlanirnar eru ikki áður vístar fyri almenninginum. Tórshavnar kommuna vónar, at fólk fara at vísa framsýningini áhuga og høvi verður eisini hjá fólki at koma við síni meining.
Í Reinsarínum verður framsýning við tekningum og modellum hjá føroyskum arkitektum. Við á framsýningini eru verk ikki eldri enn fimm ár. Summi eru bygd, summi í gerð og onnur eru enn á tekniborðinum.
Framsýningarnar lata upp fríggjadag 5.november Upplatingartíðirnar eru: fríggjadag frá kl.16-18, Leygardag kl.12-18 og Sunnudag kl.15-18
Ein almennur fyrilestur verður í Perluni sunnudagin 7.november kl.15. Arkitekturin Finn Nørkjær greiður frá um donsku paviliongina á verðinsframsýningini EXPO 2010 í Shanghai, í Kina. Finn Nørkjær er ein av eigarunum á danska arkitektavirkinum BIG. BIG saman Fuglark standa aftanfyri projekteringini av skúlanum á Marknagili.
Stutt um altjóða arkitekturardagin
Arkitekturardagurin er eitt tiltak sum UIA, ein altjóða felagsskapur fyri arkitektar, setti í verk í 1985. Dagurin hevur síðan verið hildin um allan heim, á hvørjum árið.
Í ár er altjóða yvirlýsingin hjá UIA fyri arkitekturardegnum: “Better city, better life – sustainable by design”
Danir hava valt yvirlýsingina: “Forstaden – arkitektur som rammen om det gode liv”
Føroyska yvirlýsingin eitur: “Staður og forstaður”
At fólk flyta frá bygdum til býir, er ikki bert ein sannroynd í Føroyum. Hetta er ein tilgongd, sum er farin fram um allan heim, tey seinastu hálvtrýss árini. Í 1950 árunum búði ein triðingur av øllum fólkunum í heiminum í býum. Bert fimti ár seinni búði ein helvt av heimsbúgvunum í býum. Alt týður uppá, at henda gongdin heldur fram og í 2050 búgva sostætt tveir triðingar av heimsbúgvunum í býum.
Fyri okkum her í Føroyum hava vit sæð at bústaðarmynstri er broytt og støðugt broytist. Krøv okkara til sjálvan bústaðin og umhvørvið broytist eisini. Hetta krevur at vit seta hesa menning undir sjóneykuna, at vit planleggja býir okkara við skili og nýhugsan. Soleiðis at vit eisini í framtíðini kunnu erpa okkum av dygdum so sum lágan ella ongan kriminalitet, nærleika og reinar býir.
Við heilsan
Kveiki og Arkitektafelag Føroya