Monday, November 15, 2010

Bókadagur 2010




Bókadagur var í Miðlahúsinum og á Hvonn sunnudagin, sum byrjaði við einum barnatiltaki, har Janus á Húsagarði teknaði við børnunum og barnakórið hjá Joannu sang m.a. Tað er Rithøvundafelagið, ið skipar fyri bókadegnum, ið legði fyri við eini drúgvari og áhugaverdari skrá:







Skráin fyri Bókadagin 2010:

• Ingun Christiansen: Garðvættrarnir gera uppreistur
• Barnakórið við Joannu Johansen kemur at syngja sangir úr bókini
• Helle T. Johansen: Tey í 5B
• Rakel Helmsdal: Skrímslavitjan
• Janus á Húsagarði: Mosalisa (Janus teknar saman við børnunum, til ber hjá teimum vaksnu at fara yvir á Hvonn at lurta, meðan børnini halda á at tekna.)
Vaksnabókatiltak
Miðlahúsið og Hvonn frá kl. 15
Upprunaføroyskar bókmentir
Hvonn kl. 15
• Sigri Gaini: Vaknandi
• Hanus Kamban: Gullgentan
• Tóroddur Poulsen: Rend
• Marjun S. Kjelnæs: Skriva í sandin
• Sonne Smith: Søgan um jødarnar
• Agnar Artuvertin: Sporvognurin
Tíðarrit
Hvonn kl. 16
• Listabloggurin
• Vencil
Týðingar
Miðlahúsið kl. 16.35
• Elin Henriksen: At máta heimin eftir Daniel Kehlmann
• Marianna Hoydal: Pedro Páramo eftir Juan Rulfo
• Carl Johan Jensen: Hvíta Bókin eftir Einar Már Guðmundsson






Bókadagurin endaði við einum pallborðsfundi við heitinum »Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum, og hví hevur tað týdning at fleiri koma?« og hann var sum heild áhugaverdur við skilagóðum innleggum frá teimum, ið sótu við pallborðið: Marna Jacobsen, Carl Jóhan Jensen, Turið Sigurðardóttir, Bergur D. Hansen og Anna Ellingsgaard. Súni Merkisstein var orðstýrari og legði út við spurninginum um tað koma ov fáar skaldsøgur á føroyskum. Semja tóktist vera um, at ov fáar skaldsøgur koma út, men Turið Sigurðardóttir helt, at tær týddu bókmentirnar fáa alt ov lítlan ans. Bergur Djurhuus Hansen helt, at tað koma ov fáar skaldsøgur, serliga frá teimum ungu rithøvundunum og at hetta kann gerast ein trupulleiki í framtíðini. Bergur D. Hansen nevndi fyribrigdið subaltern og tosað varð um teir trupulleikar, sum smá mál hava í mun til tey stóru.

Annars varð m.a. talað um skaldsøgur sum tekstaslag, at tað er serliga væl dámt millum fólk og nógv lisið. Turið Sigurðardóttir kom við eini stuttligari samanbering, tá hon segði, at tað var tað sama sum tá fólk tosaðu um kjøt fyrr í tíðini og meintu við skerpikjøt: "tað er tað sama, tá fólk siga "lán mær eina bók", - tá hugsa tey um skaldsøgur...". Luttakararnir við pallborðið tóktust samdir um, at tað er sera umráðandi, at føroyskar skaldsøgur koma út og tey samdust eisini um, at føroyskari bókaframleiðslu vantar teir liðir, sum eitt yrkisforlag kundi staðið fyri. Tað var fleiri ferðir nevnt hvussu umráðandi tað er, at føroyskar skaldsøgur koma út, sum taka støðu í føroyska samfelagnum har vit eru stødd í dag. Glansbílætasamlararnir hjá Jóanesi Nielsen varð nevnd sum dømi um eina góða skaldsøgu, meðan eitt stórverk sum Ó hjá Carl Jóhan Jensen ikki varð tikin uppá tungu, men tað vóru tað sjálvandi so nógvar aðrar bøkur, sum ikki vóru. Pallborðsevnið var jú sum áður nevnt: "Hví koma so fáar skaldsøgur á føroyskum, og hví hevur tað týdning at fleiri koma?"

Móti endanum av pallborðsfundinum høvdu summir áhoyrarar (harav fleiri rithøvundar) hug at finnast at pallborðsevninum. Summi hildu tað vera ov stutt liðið síðan sama evnið seinast var á breddanum og at vit heldur áttu at miðsavna okkum um tær góðu bøkurnar, sum hóast alt koma út í Føroyum og at vit ikki mugu gloyma onnur tekstasløg sum t.d. endurminningar og sjónleikir. Á sama hátt sum vit hava upplivað innan onnur listasløg, tykist tað lætt at práta um gomul verk, meðan stemningurin gerst meira spentur, tá tað snýr seg um samtíðarskaldskap. Men hava rithøvundar ofta ilt við at semjast um samtíðarbókmentir, tykist semjan meira breið, tá ein teirra fer í holtur við tað rituella knarri um ummælarar. Ein høvundur sóknaðist t.d. eftir ummælarum, sum í staðin fyri at greina og petta sundur dugdu og tímdi at uppliva. Ummælarar, sum við øðrum orðum hava áhuga fyri skaldskapi. Hon var ikki tann einasta, sum við øvund tosaði um tónleikarar og tónleikaáhugað og hvussu heppin tey eru við ummælarum, ið duga og sum hava veruligan áhuga fyri tí tey tosa um. Eg skilji væl, at tað ikki er lætt at verða ummældur, men hatta afturvendandi grenjið er mær púra óskiljandi. Tí hvat annað kann vera brennievnið hjá einum ummælara, er tað ikki áhugin? Eg havi roynt ummælaraleiklutin í heilt nógv ár og kann vissa øll um, at hann hvørki gevur tað stóra av peningi ella heiðuri. Bókmentirnar eru eisini hóast alt tann listin, sum eigur flestir serfrøðingar her á landi og tað vil siga tað sama sum, at ummælarar av bókmentum ofta hava útbúgving innan økið. Hetta er sjáldan galdandi innan t.d. tónleikaummæli, sum eru fá, men sum í løtuni í t.d Kvørnini gerast fleiri og betri. Uppáhaldið, at bókmentir ikki skulu greinast, men følast, havi eg hoyrt áður, men tað undrar meg stórliga, tá fakfólk koma við tí. Sjálvt næmingarnir í 2.s varnast skjótt, at einki gerst verri av, at tú kannar tað neyvt, tvørturímóti. Søgur, ævintýr og fólkavísur gerast bara betri, tá tú greinar tær og betri fatar hvussu tær eru bygdar upp og hvussu tær kunnu vera hugsaðar og ætlaðar.
(KP)