Friday, November 26, 2010

10 jólagávuhugskot

Hetta er tíðin, bløðini eru á tremur við góðum jólagávuhugskotum og Listin vil í kapitalismunnar navni ikki vera øðrvísi enn hinir miðlarnir. Tí koma vit her uttan skomm við tíggju boðum uppá nakrar jólagávur, sum vit sjálvar høvdu ynskt lógu undir okkara jólatrøum jólaaftan. Allar jólagávurnar eru til sølu á einum staði, nevniliga í Steinprenti á Skálatrøð 16 í Havn.



1. Einfalda og kompleksa steinprenti hjá Hanna Bjartalíð er upplagt gávuhugskot til bæði vaksin og børn. Prentið fæst fyri 2600 krónur.


2. Raffineraða, erotiska prentið hjá Peter Carlsen er perfekt gáva til konuna ella unnustuna og hetta prentið fæst fyri 1.200 krónur.


3. Marius Olsen eigur at liggja undir einum og hvørjum jólatræi. Har eru nógvar myndir í at velja og allar eru tær góðar. Hetta prentið fæst fyri 2.600 krónur.


4. Á undrunarverdan hátt veita tey smáu prentini hjá Tróndi Patursson eina líka stórbæra uppliving sum hansara veldugu totalinstallatiónir. Hetta prentið kostar 2.600 krónur.


5. Verkið hjá Rannvá Kunoy rúmar óendaligum assosiatiónsmøguleikum, men kostar bert 9.000 krónur.



6. Tú fert ongantíð skeivt í býin, tá tú velur eitt verk hjá Zachariasi Heinesen. Hetta prentið, sum øll høvdu verið glað at fingið, fæst fyri 2.800 krónur.


7. Frálíka prentið hjá Hansinu Iversen er leikandi lætt og óendaliga djúpt og fæst fyri 2.400 krónur.



8. Lítla gula myndin hjá John Kørner er heimslist við heimligum myndevni fyri 3000 krónur




9. Fantastiska tostatræið hjá Tóroddi Poulsen bjargar jólunum og fæst fyri 1.600 krónur




10. Poetiska og inntonkta prentið hjá Onnu Seppälä fæst fyri bert 2.600 krónur.

(IS)