Saturday, November 13, 2010

Listalív og vinnulív

Tað er mestsum ógjørligt at ímynda sær eina heilt óhefta list. Í øldir hava myndlistafólk arbeitt fyri kirkju, kongshús og múgvandi góðvildarfólk, og nú arbeiða tey partvíst fyri vinnulívið. Tað hóskar kanska ikki so væl saman við okkara uppfatan av listini sum verandi frí, óhandilslig og ómutrað, men tað er ein sannroynd, at listafólk skulu eisini liva. Listafólk framleiða eina vøru, sum skal umsetast, og bert í einum fullkomnum heimi kann listin vera púra óheft av marknaðarkreftunum. Men hvussu langt ber til at fara í samstarvinum millum listalív og vinnulív, uttan at listin hvørvur í pengamaskinuni?

Í nógv ár hevur sponsoreringin hjá vinnulívinum av listini verið ein týðandi inntøkukelda hjá listafólkum her á landi, og vinnulívið hevur aftur fyri fingið góðar fyrimunir av jaligu umrøðuni og tí atgongd til fjølmiðlar og tí umrøðu, sum listalívið kann draga til sín. Men hetta eru broytingartíðir – nú verður tosað um branding, um at menna mentan til vinnu og um upplivingarbúskap. So frá at síggja listalívið og vinnulívið sum tvær atskiltar verðir, sum kunnu hava gleði av hvørji aðrari, eru fólk nú farin at síggja listalívið sum eitt slag av vinnulívi. Listin skal geva avkast, hon skal kunna brúkast til nakað og geva okkurt til ímyndina av samfelagnum og tess búskap.

 Diego Vélazquez (1599-1660): Las Meninas

Nøkur av heimsins allarstørstu listaverkum eru skapt undir korum, har listafólkið hevur verið ógvuliga bundið av pengasterkum arbeiðsgevarum. Diego Velázquez var í starvi hjá spanska hovinum og lýddi bóðum frá kongi. Kortini hevur hann megnað at skapt verk, sum er fullkomiliga fantastisk, nýhugsandi og óendaliga bergtakindi. Verk, sum hava havt so stóran týdning, at tað er ómøguligt at ímynda sær, hvussu listin hevði sæð út í dag uttan tey.







 
Slepst ikki undan gongdini

Hendan gongdin er á mangan hátt óheppin, men tað slepst ikki undan henni, og tí mugu vit fyrihalda okkum til hana. Tað liggur snøgt sagt í tíðini ikki at vilja góðtaka, at listin einans hevur ein leiklut sum eitt slag av skapandi samfelagsmennara, ið er til upp á egnar fortreytir. Listin skal spæla ein leiklut í tí stóra búskaparliga spælinum og vera til upp á nøkulunda somu fortreytir sum vinnulívið.

Um nakað gott skal sigast um tað, kundi tað verið, at listalívið verður professionaliserað, og hesum kann tað vera ein ávísur tørvur á. Tað kann eisini vera sera gott fyri listina, at listaáskoðanin verður broytt frá teimum glaðu amatørdøgunum, tá list var eitt ítriv, sum bert kundi geva samfelagnum eitt sindur av undirhaldi og ein bíligan látur, til eina meira professionella uppfatan av listini sum eitt aktiv í samfelagnum, sum er ein partur av okkara sjálvsfatan og er við til at tekna okkara framtíð.

Hesin góði vinningurin hjá listini fer tó allarhelst at hvørva saman við listini sjálvari, tí eins vist og tað er, at vit ikki sleppa undan gongdini, eins vist er tað, at listin fer at tapa móti henni. Tað er, um politikarar ikki gera sær størri ómak enn teir gera nú.

I want you to meet me: Mingle
Hendan myndin er frá eini fernisering á MoMa í New York. Her eru nógv týðandi fólk og her ræður tað um at netverka og mingla so frægt ein hevur lært. Listafólk skulu í dag duga nógv annað enn at skapa list, um tey vilja fram í verðini. Tey skulu eisini skapa sambond og standa seg millum jetsettini í vinnulívinum. Summi halda, at tað at vera listafólk ikki kann sameinast við at skula brúka so nógva tíð upp á at vera smart og fara til tær røttu veitslurnar. Onnur halda tað vera eina jaliga gongd, sum gevur tilveruni sum listafólk ein spennadi dám.













  Tá tað ikki eydnast

Nú er tað tíbetur soleiðis, at tann gongdin, sum er komin á gáttina her á landi, longu er hend í nógvum øðrum londum fyri 10-15 árum síðani, og tí kunnu vit lætt síggja, hvussu vit ikki skulu gera. Tað er nevniliga ikki eydnast flestu aðrastaðni. Tann tilgongdin, sum tað er at geva listini ein heilt nýggjan leiklut í samfelagnum, er torfør, og í nógvum londum er tað snøgt sagt gingið galið. Royndin at optimera listalívið er gjørd á einum skeivum grundarlagi og við skeivum fortreytum, og tað hevur einans ført til, at listalívið er vorðið fátækari.

Mest grundleggjandi mistakið hevur verið, at fólk hava latið búskapin, altso vinnulívið, lýsingavinnuna og upplivingarbúskapin, yvirtaka listina. Tað hava sjálvandi verið tey dugnaligastu fólkini, sum kundu finnast, týðandi kreativar kreftir í samfelagnum, sum duga nógv meir enn bara at gera pengar, sum hava fingið til uppgávu at geva listini eitt boost og fáa hana til at virka eftir fortreytunum hjá vinnulívinum. Og mín sann er tað eisini í fyrstu atløgu eydnast teimum. Listin bleiv smart, og listafólk gjørdust við eitt poppstjørnur, sum ferðaðust heimin runt og lýstu fyri teirra heimlandi. Men eins skjótt og tað gekk upp, gekk tað eisini niður aftur. Tað vísti seg, at listin als ikki menti seg. Trends og mótar vórðu skapt innan listina, men listalívið varð útholað og rænt fyri dýpd og styrki.

Fiskatorgið í Keypmannahavn

Meiningsleysur og líkasæl myndhøggslist eyðkennir havnarmótið í Keypmannahavn. Skjótar og høvuðsleysar avtalur millum politikarar og ríkmenn hava ført til, at andlitið úteftir hjá Keypammanhavn er oyðilagt. Tað skulu ganga heilt galið í Danmark, áðrenn fólk sóu hvussu óhaldbært tað var at arbeiði við list uttan listafólk. Nú verður arbeitt við fleiri áhugaverdum verkætlanum, ið sameina listalív og vinnulív – við listalívinum sum primus motor, væl at merkja.

 
 
 

  Gevið listafólkunum listina

Tað er ein einfaldur sannleiki í, at listalívið í mongum londum hevur ligið í oyði eftir viðferð frá pengamonnum, og eins einfalt er tað, at vinnulívið heilt greitt ongantíð fær gleði av listini, um tað skal vera upp til vinnulívið sjálvt at menna hana.

Nú eru listafólk kanska ikki altíð eyðmjúkastu fólk í verðini, men kortini havi eg ringt við at ímynda mær nakran annan fakbólk finna seg í, at politikarar lata alt teirra fak, ja alt teirra tilverugrundarlag, upp í hendurnar á fólki, sum í roynd og veru ikki hava skil fyri tí. Tað at tekna rætningslinjur fyri listina, tað at menna møguleikarnar hjá listini, má ikki latast upp í hendurnar á fólki uttan fyri listalívið. Tað skal latast til tey listafakligu og til listafólkini sjálvi.

Menningin krevur nevniliga fatan fyri listini, eina fatan fyri hvussu listin skapast og mennist, eina fatan fyri, at listin grundleggjandi er praktiskt nyttuleys og eina fatan fyri hennara djúpa abstrakta týdningi. Tað slepst ikki undan, at listalívið verður professionaliserað til at eksistera á sama grundarlagi sum vinnulívið, men henda gongdin kann einans gjøgnumførast á einum virðiligum etiskum grundarlagi, um vit eru før fyri at seta teir røttu spurningarnar, fyri at greina og ivast og fyri at føra eitt opið fakligt orðaskifti.

Farlig arrogansa

Tíverri hevur tað víst seg, at yrkisføri innan list ongan sum helst týdning hevur fyri okkara politikarar. Vit hava til dømis onga gransking í føroyskari myndlist, og vit standa alt annað líka eitt sindur veik, tá vit í roynd og veru ikki vita so nógv um, hvat tað er vit hava við at gera. Vantandi virðingin fyri útbúgving innan júst hetta økið vísir eina vandamikla arrogansu, sum í síðsta enda kann gera tað sera trupult at tryggja, at myndlistin yvirlivir í hesi byltingartíð.

Eins sterk og listin er, eins veik er hon eisini. Heimslistin hevur gaman í yvirlivað at verið tengd at kapitalsterkum valdsbólkum í øldir, men tað er eingin sjálvfylgja, at føroyska myndlistin, sum bert hevur verið til í góð 100 ár, fer at hóra undan teimum nýggju umstøðunum. Vit hava nógv myndlistafólk her á landi, men ikki nakað serliga sterkt listalív, og tað kann so øgiliga skjótt ganga galið.

Tróndur Patursson (1944): Glassúla. 2007
Samstarvið millum private vinnulívið og listafólkini hevur havt stóran tydning fyri føroyska listina. Tað hevur merkt, at listafólkini hava kunnað gjøgnumført ætlanir av eini stødd, sum annars ikke hevði borið til hjá teimum, og tað hevur gjørt, at vit eru ríkað við nøkrum týðandi listaverkum. Her er tað ”Glassúla” hjá Tróndi Patursson í SMS, sum er eitt av stórslignastu listaverkum her heima. Tað hevur í fleiri ár verið upp á tal at gera eina lóg, sum áleggur almennari bygging at brúka ein prosentpart av pengunum til samlaðu byggiætlanina til listaliga prýðing. Tað kann geva føroyska listini eitt týðandi lyft, men tað kann eisini, um faklig ráðgeving ikki verður tikin við, enda sum ein listalig vanbót.











Hin góði viljin

Áðrenn tað verður ov dapurt, skal eg kvika mær at siga, at eg haldi tað vera nógvur góður vilji hjá bæði politikarum, vinnulívsfólkum, lýsingarfólkum og upplivingarbúskapinum. Eingin vil oyðileggja nakað fyri myndlistina, tvørturímóti. Mítt fitta ynski er bara, at tað verður lurtað meir eftir sjálvum listalívinum.

Avbjóðingin er stór, og tað skulu ikki gerast nógv mentanarpolitisk mistøk, áðrenn tað gongur galið, men um vit halda tunguna mitt í munninum og fáa skil á tað grundleggjandi, kann tað eisini ganga ógvuliga væl. Eg haldi, at tey nýggju grundkorini, sum listin skal laga seg til, saktans kann geva gróðrarbotn fyri eini ríkan av listini og eitt fruktagott samband millum vinnulív og listalív. Tað kann enntá knappliga verða pláss til at vera framsíggin. Pláss til at tosa um, hvussu listin kann mynda landið úteftir, hvussu børn kunnu fáa eina ektaða litríka fatan fyri list og hvussu listin kann gerast ein virkin viðspælari í okkara samfelag. Um vit gera okkum ómak, kunnu vit fáa eitt opið, livandi, kritiskt og viðkomandi listalív, sum kann vera ein stór fragd hjá okkum øllum, eisini vinnulívinum.

(IS)