Í samband við, at tónaskaldið Knút Olsen fyllir 65 ár 20 novembur, verður dagurin hátíðarhildin í Sandavági, har Knút vaks upp, og skrivaði síni fyrstu løg. Knút Olsen hevur í mong ár ríkað kirkju, ands og kórlív við sínum løgum til sálmar, sangir og barnarímur.
Hátíðarløtan byrjar í Sandavágs kirkju kl.14.00, har Tarira syngur sálmar og sangir, við løgum eftir Knút Olsen. Aftaná verður farið í SíF húsið, har nøkur orð verða søgd, og okkurt ábit verður. Vága kommuna stendur fyri haldinum.
Í mai mánaða í ár, sungu kórini Tarira og Mpiri undir leiðslu av ávikavist Sunleif Rasmussen og Gorm Larsen, 17 løg hjá Knút Olsen inn. Í samband við hátíðardagin tann 20 novembur gevur plátufelagið TUTL hesi løg út á fløgu, ið ber heitið ‘Mai-mynd’.
Á fløguni er úrval av sangum og sálmum í kórútsetingum, sum Knút hevur smíðað seinastu 40 árini. Nógv av løgunum vera av kórsangarum skýrd ‘perlur’. Løgini ‘Føroyar mín móðir’ og ‘Kirkjan hon er eitt gamalt hús’ hava grógvið seg fast í mong føroysk hjørtu. Jensina Olsen hevur samskipað verkætlanina.
Øll eru hjartaliga vælkomin til dagin, har høvið er at ogna sær fløguna.