Sunday, November 7, 2010

Bundin Uppruni í Norðurlandahúsinum


Katrina Maria Hansen varð fødd við Gjógv í 1913. Nógv minni kend enn navnframi pápabeiggi hennara, Hans M. Debes – vanliga nevndur ”Skraddar Debes” – men evnini, handalagið og skapanarhugurin vóru minst líka góð. Tað er ein gáta, hvussu Katrina Maria fann uppá at bróta upp úr nýggjum í mun til form, snið og litir – og skapa list við stokkunum.

Skraddar Debes skrivar í innganginum til “Føroysk Bindingarmynstur”, at: “Mynstrini eru savnað í ellivta tíma, av tí at flest øll hesi mynstur einans vóru kend av teim elstu kvinnunum.” Sama kann sigast um verkini hjá Katrinu Mariu. Skulu tey sýnast fram og varðveitast, áðrenn tey eru farin til spillis, má tað gerast nú. Tí eru nú stig tikin til framsýning og varðveitslu av hesum verkum.

Fyri hesum arbeiði stendur Jóhanna av Steinum. Hon er útbúgvin á London College of Fashion og seinni á navnframa Central Saint Martin’s College of Art and Design í London við binding sum høvuðsgrein. Hon hevur sítt egna merki, STEINUM, har hon sniðgevur móta – ofta við íblástri úr føroyska upprunanum.

Jóhanna datt um verkini hjá Katrinu Mariu í 2007. Jóhanna var tá við at skriva sína høvuðsritgerð um føroyska búnan, og í granskingararbeiðnum hevði hon leitað sær til abbasystrina, sum hon visti hevði frágera góð evni at binda og virka klæðir. Fyrsta, hon sá verkini, visti Jóhanna, at her var talan um nakað heilt serstakt. Hon visti beinanvegin, at hetta mátti varðveitast og sýnast fram.

Jóhanna av Steinum fekk so stóran íblástur av verkunum hjá Katrinu Mariu, at hon sjálv fór undir at sniðgeva eina kollektión, sum bygdi á bindingarlistina hjá Katrinu Mariu. Hendan kollektión skal nú fremjast í verki í sambandi við framsýningina. Framsýningin verður tískil eitt samspæl millum upprunaverkini hjá Katrinu Mariu og modernaða sniðið hjá Jóhannu av Steinum.

Framsýningin í Klingruni verður hangandi inntil 24. november 2010

Hjartaliga vælkomin