Snilda heitið sipar sjálvandi til tvítýdda orðið, sum umframt at sipa til klókskap, eisini er heitið á flógva, svenska kanelkryddaða reyðvínspunsjinum, ið er vælumtóktur norðurlendskur jóladrykkur. Men í veruleikanum snýr tað seg bara um eina hugnaliga løtu í Steinprenti í Havn fyri tey, sum eitt lítið bil hava hug at gevast við materialistiska jólaresinum fyri í staðin at miðsavnast um mentanina. Afturvið gløgginum verður framløga av tíðarritinum Listin 2010, sum Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen ritstjórna og skriva og sum inniheldur listkjak og listkunning av ymsum slag. Listafólkini koma eisini sjálvi til orðanna í hesum tíðarriti bæði við tekstum, samrøðum og myndum, sum eisini verða at síggja á framsýningini í Steinprenti. Listin 2010 er einasta føroyska mentanartíðarrit av sínum slag í løtuni og inniheldur ritið tekstir í úrvali av internetblogginum www.listinblog.blogspot.com
Á framløguni fer Inger Smærup Sørensen at greiða frá mentanarhugsjónum politisku flokkanna, meðan uppleggið hjá Kinnu Poulsen fer at snúgva seg um myndlistina hjá Tóroddi Poulsen. Harumframt fer Hitt føroyska skjaldraveldi at lesa upp onkur av sínum nógv umhildnu skjaldrum, ið eisini eru at lesa í tíðarritinum Listin 2010. Tað er Forlagið í Støplum hjá John Dalsgarð, ið gevur tíðarritið út. Eisini verður høvið at síggja framsýningina Myndaódnin 2010 við myndum, ið eru framleiddar í Steinprenti í ár. Spildurnýggjastu myndirnar á framsýningini gjørdi Torbjørn Olsen, ið enn einaferð prógvar hvussu ómetaliga væl hann meistrar psykologisku portretttekningina. Gløgglistaløtan verður leygardagin 11.des klokkan 16.00 í Steinprenti á Skálatrøð og øll eru hjartaliga vælkomin.