GRAFITTI
Í almenna rúminum síggja vit ógvuliga nógv ymisk úttryk og sumt av hesum eru alment fíggjað listaverk, t.d. tey ófúsu ella lítið springandi springvøtnini niðri í miðbýnum og tær ymisku standmyndirnar. Meðan tann alment fíggjaða listin kann bera á tann konservativa og heldur tunga bógvin, er eitt annað úttrykk, sum er væl lættari, frítt hugsað og frekt og sum hendingaferð eisini nær listarligar hæddir.
Grafitti verður allýst sum ein serstøk mentan, ið fevnir um at mála og skriva á veggir í almenna rúminum. Oftast er grafittimálarí ólógligt av tí, at tað verður gjørt uttan nakrar avtalur við tey, ið vara av bygningunum, sum málað verður á. Fleiri grafittimálarar hava eitt ávíst undirskriftarmerki, ið verður nevnt "tag", sum eyðmerkir teir. Annars eru grafittimálarar ofta anonymir. Grafitti hevur verið til í øllum samfelagum, men modernaða grafittilistin varð grundað í USA av fólkum sum TAKI 183, sum er ein av teimum fyrstu graffitimálarunum, sum síðst í 60´unum og tiðliga í 1970'unum málaði sítt "tag" TAKI 183 allastaðni i New York. TAKI 183 var grikskur og æt Demetrios og var TAKI eitt slag av stytting av navni hansara, eins og talið 183 heilt einfalt var gøtunummarið har hann búði. Ein av teimum kendastu núlivandi graffitilistamonnunum nevnir seg Banksy og eru hansara verk eisini dømi um, at gøtulistin ofta er politisk og samfelagsatfinnandi.
Myndlistin hevur ofta fingið íblástur frá grafittilistini. Listamaðurin Jean Michel Basquiat byrjaði sum grafittimálari áðrenn Andy Warhol og heimslistin bóru eyga við hann. Men eisini núlivandi listafólk sum t.d. Christopher Wool brúka grafittimál í teirra verkum.
Í Føroyum hevur ikki verið tað nógva av grafitti og hongur hetta helst saman við, at vit ongan stórbý hava, tí grafitti hoyrir fyri tað mesta stórbýnum til. Men í barrini Sirkus í Vágsbotni í Havn er nógv grafitti at síggja, bæði sum partur av upprunaligu prýðingini av barrini, men eisini er hópin av viðmerkingum frá barrgestum at lesa sum grafitti á vesunum. Tann 13 desember koma tveir grafittilistamenn, Alexander og Rasmus til Føroya í sambandi við live aRTfestivalin, har skipað verður fyri workshop o.ø http://www.facebook.com/group.php?gid=119853354702170&ref=ts#!/group.php?gid=119853354702170&v=info
Fyri tíðina er heilt nógv av áhugaverdari grafitti at síggja í Havn, sum ger gongutúrar sum tann hjá mær í dag úr Hoydølum oman í býin til eina hugfarsliga uppliving.
Á grundini á einum ølklubba stendur skrivað speiska viðmerkingin: "NOWHERE PLANS / FOR NOBODY!" við einum píli upp móti einum vindeyga í ølklubbanum. Men flogvitið dugir eisini uttan hjálp frá beatlunum. Á einum portri uttan fyri sama ølklubba er við somu skrift skrivað nøkur orð, ið sum heild minna um eina væl eydnaða modernistiska yrking við konkretum útgangsstøði í portrinum, hon er skrivað á.