Thursday, November 18, 2010

LISA mótmælir

Nú vit hava skoðað fíggjarlógaruppskotið ígjøgnum, síggja vit, at Mentanargrunnur landsins verður skerdur við 288.000 krónur – frá 6.2 milliónum og niður á 5.912 milliónir.

Hetta er starvsløn í meir enn eitt heilt ár til arbeiði, ið ikki verður gjørt, ella játtan til einar tíggju verkætlanir, sum ikki verða førdar út í lívið. Fyri at taka eitt tal úr rúgvuni, so vórðu játtaðar 291.000 krónur til 38 fløguútgávur í 2009. 712.000 krónur til 74 bøkur. Verður Mentanargrunnur landsins skerdur við 288.000 krónum, so fær tað álvarsligur avleiðingar. Vit vita øll, hvussu tungt tað er at fáa játtanina upp aftur á somu upphædd, tá ið hon fyrst er skerd við so nógvum pengum.

Mentanargrunnur landsins hevur so ótrúliga stóran týdning fyri okkum listafólk. Hann er so at siga einasti møguleiki, vit hava at fáa eina rímiliga inntøku fyri arbeiðið, ið vit gera, og tað arbeiðið, sum vit gera hevur so alstóran týdning fyri bæði trivnað, tjóðarbygging, føroyskan stoltleika, og fyri at listafólk støðugt kunnu menna seg innan ta listagrein, vit nú einaferð arbeiða.

Møguleikarnir at liva av at skapa list í Føroyum eru sera avmarkaðir, tí at marknaðurin eisini er avmarkaður, og tí má henda konto ikki nertast.

Vit skilja væl trýstið, tú arbeiðir undir. Tað kann ikki vera lætt.

Vit hava fingið ein gyltan møguleika í hesum døgum. Íslendingar, sum eru fyrsta norðurlandið, ið gerst høvuðsnavn á bókamessuni í Frankfurt í 2011, hava boðið okkum við til tiltakið sum ein partur av teirra básum. Tað má sigast at vera ein so gyltur møguleiki hjá okkum, at hesin ikki má fara aftur við borðinum.

Týski bókamarknaðurin er ikki sum bókamarknaðir aðrastaðir í verðini. Hann er ikki so protektionistiskur sum eitt nú hin ensktskrivandi bókamarknaðurin. 40% av øllum tí týska bókamarknaðinum eru týddar bøkur, meðan til samanberingar kann sigast, at á bretska bókamarknaðinum eru bara 2% týddar bókmentir.

Við hesum mæla vit ráðharranum í mentamálum at flyta tær 288.000 krónurnar, sum meiningin var at skerja Mentanargrunn landsins yvir í Týðaragrunnin, fíggjarárið 2011. Hetta vísir, at landsstýrið satsar og vil virka soleiðis, at pengar verða settir av til henda risastóra møguleikan, vit hava fingið í boði. Hesir pengar høvdu gjørt stóran mun, um vit skulu taka tilboðið frá íslendingum í álvara. Tá ið fíggjarárið 2011 er liðugt, verða pengarnir fluttir yvir aftur til Mentanargrunn landsins fíggjarárið 2012.

Um hin týski marknaðurin fær eyguni upp fyri føroyskum bókmentum, so veksur jú hin føroyski bókamarknaðurin eisini, og veksur ein marknaður, so gerst livigrundarlagið hjá okkara bókmentafólki, ið í forvegin eru avmarkað av føroyska málinum og harvið avmarkaðum lesaraskara, seg nógv størri.


Vinaliga

Oddfríður Marni Rasmussen, formaður
Jenny C. Petersen, nevndarlimur
Ólavur Jakobsen, nevndarlimur
Jens M. Dalsgaard, skrivari