Og vit skulu sjálvandi reklamera eitt sindur fyri okkum sjálvum, t.d. við at endurgeva ta fyrstu myndina í ritinum, sum Tóroddur Poulsen hevur gjørt í Steinprenti. Fyrsti tekstur í ritinum snýr seg um hesa somu mynd, sum eitur "Tingini" og teksturin hevur ikki verið á blogginum. Vit endurgeva her formælið:
Formæli: Listin 2010 inniheldur tekstir í úrvali av einum internetbloggi, sum hevur verið til í góðar tríggjar mánaðir. Ein vaksandi ónøgd við vantandi raðfestingina av lista- og mentanartilfari í fjølmiðlunum førdi til, at undirritaðu tóku stig til listabloggin, har vit dagliga hava skrivað um ymisk listarlig viðurskifti.
Áhugin fyri listablogginum hevur verið stórur - eitt sindur betri, tá ummæli og kritiskar viðgerðir eru á breddanum, men sum heild ber til at siga, at vit hava ein støðugan lesaraskara og tað fegnast vit um. Vit halda okkum longu hava greið prógv fyri, at føroyingar hava stóran áhuga fyri mentan og list, ið ikki verður nøktaður av hinum miðlunum. Tað tykist sum tørvur er á listkunning og listkjaki og havi vit upplivað fleiri tílík hesa lutfalsliga stuttu tíðina, Listin hevur verið til. Kjakast hevur verið um almennar prýðingar, um armslongdarregluna, um hvør skal stýra listini (serfrøðingar, palleba ella embætisfólk og politikarar) og um hvat list er fyri nakað, hvørt ein húkur kann vera list o.s.fr.
Umframt kjakinnlegg inniheldur Listin eisini listkunning í breiðari merking við ummælum, lýsingum, viðmerkingum, umrøðum o.s.fr. Listafólkini koma eisini sjálv til orðanna bæði í samrøðum, eins og vit við teirra loyvi endurgeva teirra verk. Listin 2010 er eitt tíðarrit, ið ætlandi skal koma út til jóla við tekstum, sum vit meta nóg góðar, skarpar, stuttligar, spískar og frekar til, at áhugi kann vera fyri teimum millum manna. Tekstirnir eru skipaðir í tríggjar partar, harav myndlistin fyllir mest. Hinir báðir partarnir eru "Listkjak" og "List, sum ikki er myndlist".
Listin 2010 avspeglar føroyska list, men tekst- og listúrvalið er á ongan hátt umboðandi fyri, hvat undirritaðu halda vera gott og minni gott. Til tað hevur bloggurin verið til í ov stutta tíð, og í hesum tíðarriti rúmast bert ein brotpartur av tí, sum er á blogginum. Um úrvalið allíkavæl tykist eitt sindur leyst ella tilvildarligt, er tað helst tí, at vit vilja varðveita eitt sindur av dagsaktuella dáminum, sum merkir ein tílíkan blogg. Fyrst og fremst er tað listin, t.v.s. listafólkini, sum hava tøkk uppiborna fyri at vit slepa at endurgeva og viðgera teirra verk, men vit eru eisini fegnar um, at John Dalsgarð var fúsur at taka tað á seg at geva tilfarið út og fái hann stóra tøkk fyri tað.
Inger Smærup Sørensen og Kinna Poulsen