Thursday, March 10, 2011

Takið serfrøðingar við uppá ráð!

Listarlig góðska er ikki ein spurningur um smakk, men um skil og vitan!

Vit vita væl, at vit ljóða sum ein skøvað LP-pláta, men tað tykist ikki sum  hava øll fingið tað við enn, hvørki í Føroyum ella Danmark. Í sambandi við prýðingina av nýggju byráðshúsunum í Viborg er ordiligt rok komið í við ákærum um, at tað er kammeratarí og forbindilsir, heldur enn listarlig góðska, ið er avgerandi fyri hvør verður valdur at prýða almennar bygningar og øki. Í hesum málinum snýr tað seg ítøkiliga um ónøgd við, at norski listamaðurin Kjell Nupen varð valdur til uppgávuna at prýða býráðshúsini í Viborg.

Kjell Nupen kenna vit føroyingar kanska, tí hann framsýndi í Listasavni Føroya í 2005. Saman við listafólkum sum Edwardi Fuglø, Kára Svensson og Beintu av Reyni sýnir Nupen fram fyri Galleri NB og tað er júst stjóran fyri hesum gallarínum, sum kommunan hevur brúkt sum ráðgeva í málinum og hann hevur altso valt ein av sínum egnu listamonnum til uppgávuna Galleri NB er eitt stórt gallarí við framsýningarhølum í Roskilde og Viborg, sum altso umframt norðmannin, hevur fleiri føroysk listafólk á skránni. So vítt eg veit hevur eisini Tróndur Patursson framsýnt í Galleri NB, men hann er ikki longur á listanum og tað er skiljandi - eg havi í hvussu so er ikki sæð so nógva ymiska, vánaliga list nakrastaðni sum á heimasíðuni hjá NB. Ólavsøkuframsýningin er næstan elegant afturímóti. -"Men er hetta ikki bert ein spurningur um persónligan smakk?" kundi gløggi lesarin spurt. Nei, hetta málið snýr seg ikki um smakk, men um góðar og vánaligar loysnir, um góða og vánaliga list og um, at ymisk embætisfólk heldur vilja sleppa at avgera sjálvi hvat verður sett upp av list enn at spyrja seg fyri hjá serfrøðingum og hetta er avgjørt eisini ein trupulleiki, sum vit hava her í Føroyum.

Vit hava fleiri dømi um løgnar avgerðir, ið verða tiknar púrasta uttan fyrispurningar hjá fakfólkum, t.d. við Reinsarínum, sum nú fyri aðru ferð verður lanserað sum spælistað í Havn. Í eini sannari hurra-grein á Portalinum skrivar Eirikur Lindenskov: "Eitt mál, ið hevur verið ávegis síðstu árini, fer nú í gongd. Tórshavnar býráð hevur í íløguætlanini fyri 2011 sett hálvaaðru millión krónur av til nýtt spælistað á Reinsaríinum, og á býráðsfundi hóskvøldið vórðu játtaðar 450.000 krónur til sáttmála um prosjektering, eftirlit og byggileiðslu. Hann sigur, at arbeitt verður eftir einum uppskoti frá Majfinni Norðoy, arkitekti, og sær henda ætlan veruliga áhugaverd út. – Ein náttúrligur partur av allari tilgongdini verður, at vit sjálvandi fara at samskifta við tónleikarar og onnur, so vit kunnu fáa sum mest burtur úr hølunum, sigur Bogi Andreasen. Ítøkiliga er ætlanin at innrætta niðastu hæddina til spælistað í hesum árinum, og Bogi Andreasen heldur ongan iva vera um, at hetta spælistað kann fremst av øllum gerast eitt stað, ið veruliga kann fáa tónleikin at blóma. Tí er talan um eina støðu, har allir partar gerast vinnarar…". Beint niðri undir greinini standa viðmerkingar frá tónleikarum og øðrum, sum als ikki tykjast eins sannførdir um hurra-karatið í hesum tíðindum. Ein tónleikari skrivar: "Bara niðara hædd?? Tað er ikki nokk! Ljóð skal hava luft uppeftir! Skilja teir ikki tað? Tað siga allir akkustikkararar. har er alt for lágt til loftið sum nú er. Er hetta enn, líkasum við "Perluni", enn eitt politiskt solostunt? Orsaka meg! Hvar eru fakfólkini, sum skulu spyrjast eftir??"

Á Listablogginum hava vit fleiri ferðir viðgjørt vantandi fakligheit í mun til spælistað og kommunalar prýðingaruppgávur og tíverri hava vit ikki so fá ítøkilig dømi í Havn uppá verk, sum eru sett upp í almenna rúminum uttan fakliga ráðgeving. Eitt dømi er hin sonevndi abortlyklaringurin, sum misprýðir Hoyvíks Tjørn og tað er synd bæði fyri okkum og fyri verkið og fyri hann, sum við góðum huga hevur evnað standmyndina til.


Listfrøðingurin og stjórin fyri Ny Carsbergfondið, Hans Edvard Nørregård-Nielsen er óvanliga hvassur í sínum atfinningum av borgarstjórum og kommunalpolitikarum, sum hava slongt pengar um seg til vánaliga og mátaliga list, sum eingin við skili ella fakligum innliti hevði rátt teimum til at keypa. Hann sigur teir vera í einum rúsi av sjálvsáliti, sum er eins ófatiligt og tað er ógrundað. Formaðurin fyri danska myndlistafelagið BKF, Bjarne Werner Sørensen (longst til høgru á myndini undir liðini á Bárði Jákupssyni og Anker Mortensen), er limur í Heystframsýningini og hann hevur fleiri ferð sagt sína áskoðan í málinum, har hann mælir til at hava myndlistanevndir, sum viðgera tílík mál: "Onkur skal jú avgera hvørja list, man keypir, men tað er ein risastórur fyrimunur at hava eina myndlistanevnd. Partvíst tí hon nógv breiðari kann fáa og menna hugskot til hvussu listin verður brúkt í kommununum. Partvíst kunnu tey betri geva eitt inntrykk av hvat er av møguleikum at velja í millum. Og so kunnu tey eisini grundgeva fyri hví tey velja eitt listaverk og ikki eitt annað og hervið byrja eitt alment kjak um prýðingar…." BWS í Politiken 22.feb 2011 "For meget kammerateri i kommuners valg af kunst".

Nú er tað jú soleiðis í Havn, at vit hava ein listabólk, men hann er eyðsýniliga ikki altíð við í avgerðunum, sum verða tiknar um list í kommununi. Sum skilst hevur hann t.d. einki við fadesuna við Hovíks Tjørn at gera. Hann hevur haraftur í móti avgjørt hvør fekk risastóru Argja Skúla prýðingina og FIMI (tilsamans einar 3 mió skattakrónur), men bólkurin hevur enn ikki kent tørv á at grundgeva fyri sínar avgerðir.

Tað er eingin loyna, at eg haldi avgerðirnar í fleiri førum vera skeivar ella, at eg haldi, at listabólkurin hevur skyldu til at umsita okkara skattapening á skilabesta hátt. Tað ger hann ikki í løtuni og tí eigur nevndin at styrkja listarliga serkunnleikan munandi í listabólkinum. Kanska hetta verður endurskoðað í nýggja mentanarálitinum, sum formaðurin í mentamálanevndini, Jógvan Arge nevnir í fráboðanini um William Heinesen virðislønina: "Vit ásanna samstundis, at tørvur er á einum nýggjum dagførdum mentanaráliti fyri Tórshavnar kommunu. Nógv er hent á økinum hesi árini, og nógv nýtt er undir sólini. Spurningurin um nýtt og dagført mentanarálitið kemur tí til viðgerðar í næstum.".


http://listinblog.blogspot.com/2010/12/meistaraverk-gloppi-froyingum-av-hondum.html

http://www.art.fo/exhibitions/2005/kjell_nupen/

http://politiken.dk/kultur/kunst/ECE1211125/send-billeder-af-elendig-kunst-staar-der-tudegrimme-vaerker-i-din-by/

http://i.pol.dk/kultur/arkitektur/article1209304.ece
(KP)