Inntil 20.mars hava Anna Seppälä og Hanni Bjartalíð saman framsýning í Galleria Kapriisi í Helsinki har tey búgva. Sum vit síggja á myndunum er talan um eina framúr góða og sera homogena framsýning - verkini hjá listaparinum hóska sera væl saman. Tað er kanska ríkiliga langt at ferðast til Helsinki, men minni kann gera tað, tí í Steinprenti í Skálatrøð ber enn til at síggja ta fínu framsýningina við kollasjum og træobjektum hjá Hanna Bjartalíð.