Saturday, March 12, 2011

Espedal græt...


Nýggja mentanarsendingin hjá Mikael Bertelsen og Mads Brügger á DR2 hevur longu fingið nógva umrøðu. Í fyrsta parti, sum kemur mánakvøldið klokkan 22, kjakast Lesibólkurin Sundholm sjálvsæviskaldsøguna "GÅ - ELLER KUNSTEN AT LEVE ET VILDT OG POETISK LIV hjá fína, norska rithøvundanum Tomas Espedal, har hann lýsir sínar lívsroyndir við rúsdrekka og kreppu og tað vísir seg sum, at limirnir í lesibólkinum kenna seg aftur í hansara lívssøgu.

Útvarpssendingin Skønlitteratur í P1 sendi sjónvarpssendingina til Thomas Espedal í Bergen fyri at vita hvat hann helt og hetta gjørdist ein ógvislig uppliving hjá høvundanum, sum brast útúr at gráta tvær ferðir. "Hetta var ein sera, sera sterk uppliving" sigur Thomas Espedal, sum heldur, at tey fýra í lesibólkinum eru ómetaliga góðir lesarar. Vit, sum kenna føroyingin í hópinum, Edmund S.Jacobsen, vita væl av, at hann dugir serstakliga væl at lesa og at skriva og sjálvandi ger hann tað og sjálvandi gera hini trý eisini tað, -um tey eitt tíðarskeið hava búð á Sundholm. Tað hevði í grundini verið løgið annað. Men bilsnu reaktiónirnar í mun til sendingina hava longu áðrenn hon er send, prógvað, at hon er ein tiltrongd áminning til okkum øll um, at fólk á Sundholm, ella á herberginum sjálvandi hava somu eginleikar at hugsa, føla og lesa sum øll onnur. Øll kunnu vit snáva út úr samanhanginum. Sendingin byrjar nú mánakvøldið í DR2 og útvarpssendingin við einum grátandi Tomas Espedal er at hoyra á P1.
http://www.dr.dk/P1/Skoenlitteratur_paa_P1/Udsendelser/2011/03/11141015.htm