Thursday, March 3, 2011

Samsýningar til rithøvundar og listafólk

Fyri tann, sum brennir fyri list í Føroyum kann gálgaskemt vera neyðugt, tí tað kann kennast rættiliga tungt viðhvørt, ikki minst tá tað kemur til politisku skipanina. Men mær dámar eisini so væl reyða og svarta, speiska steinprentið hjá Tóroddi Poulsen, at eg nýti eitthvørt høvi at endurgeva tað.


-Tað er ikki á  hvørjum degi, at listin fær innivist á okkara høga tingi og tí mundi eg dottið av stólinum av bilsni og gleði, tá eg sá uppskotið frá tjóðveldi, sum vit hava fingið avrit av, sum vit seta inn her. Uppskotið er næstan uppafturtøka av uppskoti, sum varð lagt fyri tingið fyri tveimum árum síðani og síðani er als einki hent í málinum.



Tjóðveldi

Løgtingið


Løgtingsmál: Uppskot til samtyktar um samsýning til rithøvundar og listafólk

Løgtingið heitir á Landsstýrið um at leggja lógaruppskot fyri tingið, har tað verður skipað soleiðis fyri, at føroyskir rithøvundar, og listafólk annars, samsvarandi eini kvalifiseraðari dygdarmeting fáa samsýningarrætt frá teimum almennu Føroyum.

Viðmerkingar:

Tað er helst eitt undur, at føroysk tunga er til í dag. Treiskni í fólkinum, tjóðskaparrørslan og rithøvundar okkara eiga stóran heiður fyri, at fólkið í dag kann tosa sítt egna mál, sum er evsti samleikin í tjóðini.

Leikluturin hjá skrivandi fólkinum er ein áhugaverd søga. Um allan heim. Hesi hava virkað sum varðhundar fyri fólkaræði, verið í broddi fylkingar sum varðveitarar og mennarnar av tjóðarmálum og ikki minst hevur framleiðslan úr hondum teirra verið brúkt sum undirvísingartilfar í lægri og hægri skúlum.

Føroyskir rithøvundar hava virkað undir sera trongum korum. Talið av teimum, sum tosa og skilja málið, er somikið lítið, at marknaðurin ongantíð kann gerast materiella undirstøðukervi undir teirra virksemi. Hóast hetta, er tað undrunarsamt, at framleiðslan av føroyskum skaldskapi er lutfalsliga nógv størri enn í londum, vit annars kunnu samanbera okkum við.

Hesi fólkini, sum skapa bókmentir og aðra list, leggja eina øgiliga orku í sítt verk. Sum oftast eru hesi tey einastu, sum ongan verðsligan vinning fáa burturúr sínum verki, og sum frálíður kann tað hava við sær, at talentini torna upp av hesi orsøk. Táið forløg, bókhandlar, prentsmiðjur o.o. hava fingið sín part av eini bók, er sjáldan nakað eftir til tað einstaka menniskjað, sum skapti allan møguleikan.

Tær almennu Føroyar hava skipað nakrar møguleikar, m.a. við Mentanargrunninum og seinri Týðaragrunninum. Hetta er tó ikki nógmikið. Í politisku skipanini hevur eisini verið rímilig semja um, at fæið, ið Mentanargrunnurin fær á fíggjarløgtingslógini, ikki røkkur nóg langt, serstakliga ikki í mun til tað, sum ætlanin var, táið grunnurin varð umskipaður.

Í øðrum londum er tað fatanin millum manna og í politisku skipanunum, at m.a. rithøvundar eru mentanararbeiðarar, sum eiga at fáa samfelagsins størstu viðurkenning og virðing. Tí hevur staturin skipað eitt undirstøðukervi, har kvalifiseraðar dygdarmetingar avgera, um listafólkini skulu fáa samsýningarrætt úr ríkis/landskassanum.

Fleiri føroyingar hava fingið hendan rætt á donsku fíggjarlógini, síðani danir skipaðu hendan møguleikan. Tað hevur verið ein generøs viðurkenning til mentanararbeiðarar í øðrum landi, men hetta gevur samstundis eina greiða ábending á, at vit sjálvi eiga at fáa skil á hesum viðurskiftum heima hjá okkum sjálvum.

Vit hava brúk fyri at gera eitt alment undirstøðukervi, sum tryggjar hesum partinum av tjóðarbyggingini lívføri. Landsstýrið eigur at finna útvegir fyri, hvussu hesi viðurskifti á besta og tryggasta hátt verða skipað.

Fyri tveimum árum síðan varð átøkt uppskot lagt fyri tingið. Landsstýrismaðurin í mentamálum var ovurhugaður fyri tankanum, og ætlaði sær at gera nakað við málið, - við tí undanførsluni sum jarnbroti varð uppskotið felt. Onki er hent síðani, og í eini roynd at flyta politisku skipanina rætta vegin í hesum týðandi máli, verður tað lagt fram av nýggjum.

Vanvirðisligu álopini, sum hava heglað niður yvir okkara mentanararbeiðarar í miðlarúminum í seinastuni, eru greið ábending um, at samfelagsskipanin eigur at taka betri partar fyri seg og skipa viðurskiftini hjá hesum fólkum soleiðis, sum tað sømir seg eini modernaðari og siviliseraðari tjóð í framsøkn.

Á Løgtingi, 28. februar 2011

Tórbjørn Jacobsen