Sunnudagin 27.mars letur framsýningin Steffan Danielsen - Tómleikans poesi aftur á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tað var íslendski listsøgufrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson, ið setti framsýningina saman av myndum, sum partvíst eru í ogn Listasavnsins og í privatari ogn. Emil Thomsen eigur t.d. omanfyristandandi høvuðsverk Á Geilini, sum er brúkt á bannara og á plakat. Framsýningin varð ummæld í Weekendavísini og í Politiken og ummælararnir tykjast samdir um, at framsýningin er ov lítil og at hølini eru ov lág og smá. Samstundis er eingin ivi um, at ummælararnir halda, at Steffan Danielsen er framúr listamaður, ið hevur uppiborið eina stóra framsýning í Danmark. Og tað er jú ikki so galið. Eisini hevur alstórur áhugi verið á framsýningini fyri at keypa bókina um Steffan Danielsen, sum Emil Thomsen gav út, John Dalsgarð legði til rættis og sum eg skrivaði tekstin til, so tilsamans hevur framsýningin havt eitt positivt árin fyri umboðanina av okkara framúrskarandi listamanni uttanlands. Áhugi er eisini aðra staðni fyri at gera eina meira umfatandi framsýning av myndunum hjá Steffani Danielsen, so tað kann gerast spennandi. Sjálv eri eg als ikki í iva um, at verkini hjá Steffani Danielsen kunnu klára seg alla staðni, tí tey eru so ómetaliga egin og sterk.
http://bryggen.dk/default.asp?news=147&Doc=9