Monday, March 21, 2011

Føroyingur stjóri á Norðurbryggjuni



Sambært heimasíðuni hjá Norðurbryggjuni hevur Karin Elsubudóttir Heinesen játtað at taka við stjórastarvinum 1.mai eftir Anders Berndtsson úr Álandi.
 
Karin er 42 ára gomul og hevur exam.art prógv í Norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum frá Fróðskaparsetri Føroya, og cand.mag. prógv í Lista- og mentanarvísund frá universitetinum í Keypmannahavn. Hon hevur í tíggju ár starvast á Norðurbryggjuni, harav hon sjey tey seinastu árini hevur virkað sum mentanarstjóri.
 
http://www.bryggen.dk/default.asp?Doc=111&news=498