Um eg kundi samskift við orðum gjögnum allar manngjørdar miðlar út um öll mörk her sum handan, men ikki hevði listina, hvat var eg tá: ein klingandi bjölla, bert ein loppusekkur av orðum. Um eg hevði spámansevni og dugdi öll dulmál og marknaðin út í æsir og allar fíggjarligar snildir og um eg hevði tol til at trúgva öllum og kundi flytt fjöllini og stava tey tað sama við ku´i sum við eddi, men ikki hevði listina, tá var eg fyri einki at rokna, nóg illa lögmansfret. Og um eg kundi avskrivað allar ognir mínar og selt hjartað og veðsett sálina og brent bankarnar sum eiga restina: húsini og bilin, men hevði onga list, hvat hevði tað nú gagnað mær.
Listin er ikki langmóðig og ikki endiliga góðviljað heldur; listin kann övunda og líka skjótt vera smátonkt sum klárskygd og hon kann vera stórorða og brasin og breggjut og listin skal hava ósømiligan atburð og hon søkir sítt egna og ilskast og er illmint um tað krevst; hon hvørki gleðist yvir rættvísini ella fegnast saman við sannleikanum, hon letur hampiligheitina um tað, men hinvegin tolir hon alt, hon trýr ongum og hon tigur aldri.
Og listin fellur ongantíð burtur, men annaðhvørt tað eru spámansevni, so skulu tey fáa enda, ella miðlar, so verða teir keyptir, ella vitan og trúgv so skulu tey verða ónýt. Tí her skyna tit í pengum og profetera í partabrøvum samskilsins. Men tá ið at listini kemur, tá fær alt hatta enda, hon kærir seg hvørki um partabröv ella samskil. Tá ið tú vart barn, tosaði tú sum eitt barn, hugsaði og elskaði eins og onnur börn tosaðu, hugsaðu og dömdu. Men nú ert tú vaksin, tú átti at lagt barnaskapin av. - Men eg síggi í spegli, í gátu, sigur tú. Men meinar hitt: Torir ikki at síggja andlits til andlits. Vilt heldur kenna í partabrövum og ongantíð vita nakað til fulnar, síðst av öllum um teg sjálvan. Men nú vera tey verðandi kortini: vit, hinleiki og list, tey trý og av teimum er listin vissuliga minst, men eisini størst.
Hitt føroyska skjaldraveldi