Wednesday, March 9, 2011

Miðvikudagskvøldslestur í Sirkus



Í annaðkvøld 9. mars, sjálvan øskudagin, verður høvi at hoyra eitt av okkarar pennhegnastu, men av óskiljandi orsøkum enn at kalla óútgivnu høvundum, men tað er stuttsøguhøvundurin og fyrrverandi formaður í Rithøvundafelagnum Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. At kalla óútgivin - men ikki heilt kortini. Nakrar av søgum sínum hevur Arnbjørn, trekliga, latið á prent í bløð og tíðarrit eitt nú Vencil. Søgurnar hjá Arnbirni kunnu í stuttum lýsast sum hugnám av gerandislívinum og í minimalistiskum stíli, við neyvum málbúna strika tær upp løtumyndir av persónum og samskiftum teirra, sum javnan siga meiri um samtíð okkara og samfelagið enn mangar drúgvari og
dramatiskari lýsingar.

Arnbjørn tók sjálvur annar stig til tíðarritið Vencil og hevur nú í skjótt fimm ár ritstjórna hesum Varðanum í nýføroyskum bókmentum, men starvast annars sum bókavørður á Landsbókasavninum.

Tiltakið byrjar sum vanligt klokkan 20 í Sirkus í Vágsbotni.

Rithøvundafelagið