Saturday, March 12, 2011

Bert Pärt er ikki bara bara...




Tarira tulkar Arvo Pärt

Fríggjakvøld kann tykjast rættiliga tungt at toga seg upp úr sofuni fyri at fara á kirkjukonsert, men eg eri ómetaliga glað fyri, at tað eydnaðist mær í gjárkvøldið. Har sat eg í vakra, reina, myndafría og rættiliga protestantiska kirkjurúminum saman við einum eksklusivum skara - vit vóru neyvan meira enn útivið hálvthundrað áhoyrarar -  og fekk serveraðan stórslignan, katólskan tónleik í Vesturkirkjuni.


Tað var mítt kæra kór, Tarira undir leiðslu av Sunleif Rasmussen, sum saman við Gudmundi Mortensen, Sámal Petersen, Nicholas Kapnas og Jens Christiani Guttesen fyllti Vesturkirkjuna í kvøld við himmalskum tónum hjá mæta estiska tónaskaldinum Arvo Pärt.

Verkini, ið vóru framførd eru gjørd yvir næstan 30 ár og tað hoyrdist eisini væl munur á verkunum. Men allíkavæl kennir tú alt fyri alt stílin aftur í hesum inniliga, sakrala tónleikinum, sum gevur hugasamband við gregorianskan sálmasang, men eisini við meira fólkakendan tónleik, sum í støðum brádliga ber brá av arabiskum tónalag. Míni yndisverk hjá tónaskaldinum eru tey ordiliga monotonu við mongum meditativum endurtøkum. Árinið av hesum tónleikinum er eyðmjúkt og so mikið yvirjarðligt, at áhoyrarin í heilum kennir seg lyftan upp um tann verðsliga gerandisdagin. Konsertin byrjaði og endaði við orglinum og tað var hugtakandi at hoyra orglið spæla ein høvuðsleiklut í staðin fyri sum vanligt, at spæla undir sálmasanginum. Orgulverkini tóktust so merkiliga endaleys, men so við og við vandi oyrað seg til at fata hetta sum part av tilfarinum hjá Pärt, har tøgn og steðgir spæla eins týdningarmiklan leiklut og tónarnir.

Ein heil konsertskrá við bara Pärt á skránni er ikki bara sum at siga tað. Kanska er tað eisini ein heldur serstøk uppliving hjá áhoyraranum, sum ikki kennir tilfarið, tí við hesum tónleikinum verður tú at kalla førdur inn í eitt nýtt univers. Hetta er sera krevjandi skrá, ið krevur nógv av sangarum, tónleikarum og kórleiðara og tó, at eg helt meg hóma onkrar fríggjakvøldsvilstar tónar, var heildin so rørandi góð og heilar tríggjar ferðir fekk eg gásarhold av tí slagnum, sum næstan ikki heldur uppat aftur, men sum heldur áfram at ferðast upp og niður eftir armum og beinum í takt við kenslunemandi tónleikin.

Nåh men hetta er yvirhøvur ikki nakað ummæli, tí til tað kenni eg hesi fólkini alt ov væl og eg gleði meg at syngja saman við teimum aftur, men eg má líka siga eitt og tað er: FARIÐ NÚ ØLL VIÐ SJÓGV Á BAK INN Á TOFTIR Í DAG, LEYGARDAG OG LURTIÐ EFTIR TARIRA OG TEIMUM Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI. Unnið tykkum hesa løtuna við sorgblíðum mystikki, markleysum musikaliteti og meditativari hvíld.



 


 













Ja, myndin er á liðini, men tað eru tónarnir ikki :0)