Wednesday, March 23, 2011

Vit um vørp - Tingvarp



Ert tú fallin fyri einfalda forminum, stilla spenninginum og óregluligu rútmuni, er eingin vegur aftur. Tingvarpið er farið inn í sína hásesong og fyri okkum hvørs hjávera í samfelagnum ikki er kravd fulla tíð, er Tingvarpið ein sonn gáva.

Tað, sum eisini hugtekur er, at tað tykist ógjørligt at stílavmarka Tinvarpið, sum tykist statt á einum krossvegi millum absurdteatur og sosialrealismu, millum dogmufilmarnar í 90´unum og rættarsalsdramaini í 80´unum. Retorikkurin er á sama hátt fjølbroyttur frá tí heilt einfalda kancellimálinum, yvir tað stórbæra til tað reina volapyk. Og her eru eisini kenslur, tá tingfólkini flenna, rópa, gronast, men altíð á ein herliga distanceraðan hátt. Her er ongantíð talan um kensluporno, tí alt onkursvegna tykist pakkað inn í eitt net av líkasælu. Hetta hevur við sær, at Tingvarpið ikki tykist eins pátrongjandi og nógv annað modernað sjónvarp. Tað ber væl til at lesa nakrar greinar og skriva nakrar bloggar samstundis sum mann hyggur í Tingvarp og á henda hátt má Tingvarpið sigast at vera beinleiðis aktiverandi fyri áskoðaran. Men so brádliga hendir tað óvæntaða. Tímar av svøvnligum tosi um alkoholpromillu verður avbrotið, pulsurin fer upp. Tey tosa um mentan…

Júst hetta hendi týsdagin, tá uppskotið hjá Tórbirni Jacobsen um samsýning til rithøvundar og tingfólk kom til viðgerðar. Eitt gott uppskot, haldi eg, men lurtið sjálvi her:


(IS)