Skulu vit døma út frá mongdini av sjónvarpssendingum um mat og matgerð, er áhugin fyri teimum væl størri enn hann er fyri øðrum sendingum um list og mentan. Men lat meg bara viðganga, at mær dámar væl matsendingar og tað er ikki bara orsakað av, at eg eri eitt serstakliga matligt menniskja, sum eisini elskar at hyggja í sjónvarp. Matsendingar eru so herliga rúmligar og fjølbroyttar, men góðskan valdast í stóran mun hvør ella hvørjir vertirnir eru. Einaferð í tíðini dámdi mær unga, bretska sjónvarpskokkin Jamie Oliver, sum lespaði so kert hvørja ferð hann segði "lots and lots of juicy tomatoes", men tað var altso áðrenn hann sjálvur fann útav hvussu yvirlekkur hann er, serliga tá hann lespar, meðan hálvsíða hárið hongur so langt niðri í tomatsósini, at tað for tramin ikki kann vera heilt hygieiniskt. Oliver gjørdist við sendingunum Nakni kokkurin ella The naked chef eitt satt sjónvarpsfenomen og ein umráðandi bretsk útflutningsvøra, ið varð varpað út til meginpartin av heiminum, men í nýggjaru sendingunum (2008), sum fyri tíðina eru at síggja í Kringvarpinum fríggjadagar, er lespandi sjarman tunnslitin fyri ikki at siga fullkomiliga horvin og tí fert tú brádliga at leggja til merkis allar møguligar óappetittligheitir í matsendingini.
Danska matsendingin Anne Mad tager til Spanien sambindir góðan mat við spanska mentan við vøkrum myndum, sum tala til sansirnar. Anne Hjernøe greiðir frá t.d. einum serligum sherry- ella ostaslagi, sum finst júst í tí spanska økinum, har hon er og henda mannagongdin riggar rættiliga væl. Tað er undirhaldandi og eg fái hug at royna uppskriftirnar og tann lekra matin og tað ger Anne Hjernøe eyðsýniliga eisini sjálv, tí hon roynir altíð sjálv allar rættir og hevur tað fyri at viðmerkja teir við "ååh lekkurt" og ymsum øðrum njótilsisljóðum, smaskandi við fullan munn. Summi orka ikki fyri smaskarínum, men eg havi satt at siga stórt forstáilsi fyri tílíkari matligheit. Claus Meyer er eisini danskur kokkur, men hann tosar ikki við serliga nógvum mati í munninum og í øllum førum smaskar hann á ein nógv meira kultiveraðan hátt enn Anne Hjernøe. Tað merkist longu á málinum og framferðini hjá Meyer, at vit í hansara sendingum eru stødd í einum hægri luftlagi ella eini heilt aðrari samfelagsstætt og rættirnir, sum hann ger, eru oftast tílíkir, sum eg einans havi hoyrt um í hansara sendingum og kanska í onkrum Irma-blaði. Allíkavæl dámar mær væl at hyggja og at lurta eftir hesum sendingunum samstundis sum eg veruliga hávirði mannin fyri hansara øgiliga opnu "A-ljóð", sum næstan yvirganga úttaluna hjá Margretu drottning "Gud bevare Danmark".
Sjálvandi nýtist maturin ikki at vera tað, sum er mest umráðandi í eini matsending. Tær báðar damurnar í matsendingunum Two fat ladies gjørdu ikki eina tí einastu ferð mat, sum eg á nakran hátt kundi hugsað mær at sett tennirnar í - í øllum førum ikki púra edrú. Maturin sá einki lekkur út, men eg havi heldur ongantíð verið til hatta slagi av tungum, bleikum, feitum, enskum, siðbundnum rættum sum Yorkshire Pudding og Shepards Pie. Orsøkin til, at mær dámdi hesar sendingarnar vóru tær báðar, Clarissa Dickson Wright and Jennifer Paterson, sum á eini gamlari Triumph motorsúklu við síðuvogni koyrdu runt Bretland og Írland fyri at matgera ymsastaðni. Herligar typur, politiskt ókorrektar, ósunnar, feitar við stórum forkærleika fyri smøri, róma, fleski og øllum feitum, góðum rávørum, umframt at teimum eisini dámdi ungar menn. Skemtið er av sama intelligenta slagi í matsendingunum hjá Pricebrøðrunum (DR2), sum heldur ikki fornokta tað søta, feita og góða, umframt at teir hava eitt stuttligt og sjarmerandi brøðraspæl, har teir t.d. altíð royna at yvirganga hvønn annan.
Bestu matsendingarnar eru helst tær við vertum, sum bæði hava vitan og skil fyri mati samstundis sum tey hava humor og persónligheit. Eina tílíka havi eg enn eftir at síggja á føroyskum. Eg veit í grundini ikki um tað yvirhøvur ber til at gera eina føroyska matsending, sum ikki er eitt sindur kiksað, men undirhaldandi hava tær allar verið, føroysku matsendingarnar, serliga tann fyri nøkrum árum síðani, tá vit í hvørjari sending vórðu presenteraði fyri hvítleykinum, sum var hann ekstraterestriellur innan matgerðina, nakað heilt og fullkomiliga nýtt og eksotiskt. Í teimum sendingunum varð bótamoli frá Knorr brúktur sum ultimativt krydd, óansæð hvør rættur talan var um. Sera stuttligar sendingar.
Ja eg veit. Tað er so lætt at havast at og sláa alt upp í glens, men satt at siga so sakni eg eina føroyska matsending, sum á onkran hátt tekur støði í mínum egna føroyska gerandisdegi og nú eg siti í hálvmyrku stovuni kyknar ein tanki í mínum altíð nokkso svanga og harav kanska hallusinerandi heila: Skuldu vit báðar á listablogginum kanska keypt okkum hvør sína Puch Maxi og etið og flent okkum gjøgnum alt Føroya land meðan vit tóku alla herligheitina upp við óstillum (og snikutum) kamera. Hevði tað ikki verið óluksáliga gott og herligt? Eitt reint hitt hjá Kringvarpinum ella hasum nýggja Rás2? -Eg veit enntá hvar okkara mat-roadmovie skuldi byrjað: - við suðuroyardrýlunum og rullupylsuni hjá eini vissari damu í Sandvík.
(KP)