Monday, March 28, 2011

Anker Mortensen


Eg hugsi, at Anker Mortensen mestur er animistur. Ikki tí, at hann er animistur út í odd og egg og at hann trýr, at andar og sálir eru á einum hægri menningarstigi. Heldur ikki tí, at hansara list minnir meg um listarlig avrik hjá indiánum ella øðrum sokallaðum skriftmálsleysum fólkasløgum. Á ongan hátt. Nei grundin til, at eg hugsi, at Anker Mortensen mestur er animistur og at hann trýr, at alt hevur eina sál, er tí at eg upplivi myndir hansara sum livandi.

Myndirnar hjá Ankeri Mortensen eru kensluligar, sárbærar, skaldsligar og kunnu á ein hátt nærum tykjast asketiskar, men samstundis standa tær á tambi við lívi. Tað er torført at siga greitt, hví myndirnar hjá Ankeri Mortensen tykjast mær at hava sítt egna lív, tí tað er jú heldur ein varhugi ella illgruni, enn at tað snýr seg um gjøgnumhugsaða greining. Kortini eru nakrir partar í verkunum hjá Ankeri Mortensen, sum halda mær fast í tí illgrunanum, at verkini eru livandi.

Tvørt at siga, so finni eg, at júst tað róliga, tað djúpa og tann sárbæri botnurin í myndunum hjá Ankeri Mortensen eru tekin um lívsstyrki. Í tí óendaliga friðinum, sum valdar í hansara verkum, eru ongi tekin um frásøgn. Har hendir antin sera lítið ella onki. Myndin hevur soleiðis ikki eina frásøgn við eini byrjan, einari miðju og einum enda. Myndin er ikki eitt liðugt úrslit, men vendir sær hinvegin opin til sín áskoðara. Verkið eggjar til eitt slag av samskifti millum tveir livandi skapningar, myndina og áskoðaran.

Eitt annað, ið gevur verkunum hjá Anker Mortensen lív, er hansara sjónligi kærleiki mótvegis tilfarinum, til málingina, til løriftið ella tað, hann málar á.

Anker Mortensen hevur gjørt royndir við nógvum ymsum, bæði heimagjørdum og hópframleiddum tilfari, og tað er sum um hann gevur tilfarinum stóra ávirkan á sínar myndir. Hann lurtar eftir tilfarinum og fylgir teimum kensluligu eginleikum, eitt ávíst tilfar nú hevur. Næstan sum um tilfarið er livandi og myndin verður skapað í einum samskifti millum listafólk og tilfar.

Varhugin um, at verkini hjá Ankeri Mortensen eru livandi, er eisini grundaður á, at hann umaftur og umaftur nýtir ávís hálvabstrakt motiv. Anker Mortensen hevur eitt úrval av eitt sindur undarligum, ógreiniligum skapleysum figurum í sínum verkum. Har er eitt nú ein, ið minnir eitt sindur um eina karamellu, ein figurur minnir um eitt træ, og ein annar minnir eitt sindur um eitt skýggj. Tað er eins og hesir figurar eru smáar, livandi verur, sum Anker Mortensen á eymligasta hátt hevur tikið til sín:”Tú tykist ikki rættulga at vera nakað, tú kanst sleppa við mær.” Nú fylgja hesar verur honum í øllum viðurskiftum og eru við til at blása lív hansara verk.

(IS)