Saturday, March 5, 2011

Ein bókmentalig stórhending


Jørgen Frantz Jacobsen

"Hendan skaldsøgan í brøvum er ikki bara eitt sterkt menniskjaligt skjal. Hon er eisini ein bókmentalig stórhending. Ein óvæntað gáva av harðligari, rørandi, poetiskar og kátari skrivilist. Eitt stórt lítið skaldverk er vorðið eitt vet størri…". Soleiðis ljóðar endaliga skoðsmálið hjá Hans Hertel í Politiken av nýggju bókini hjá Else Lidegaard "Kære Estrid - Jørgen Frantz, du kære", sum fær fimm hjørtu frá hugtikna ummælaranum, sum eisini heldur, at brøvini frá ólukkuliga forelskaða skaldinum kunnu røra ein stein. Tá talan er um ein av mínum yndishøvundum nýtist mær ikki nakað viðmæli, men meðan eg bíði eftir at fáa fatur á bókini er áhugavert at lesa hvat onnur halda um hesa bók við brøvum hjá Jørgen Frantz Jacobsen og Estrid. Estrid Bannister Good er kend í bókmentasøguni fyri at vera tann kvinnan, sum Jørgen Franz Jacobsen var forelskaður í og sum hann brúkti sum fyrimynd í síni lýsing av tølandi høvuðspersóninum, tá hann skrivaði kendu skaldsøguna Barbara.

Tað er altíð spennandi at verða konfronterað við hugsanum, sum eru øðrvísi og tí var tað við stórum áhuga eg las eina samrøðu við dugnaliga danska høvundin, Naja Maria Aidt, sum fyri nøkrum árum síðani helt uppá, at Barbara var vánaligasta bók, hon nakrantíð hevur lisið. Eg hugsaði við mær sjálvari, at Naja Maria Aidt ikki kundi hava lisið bókina serliga væl, men havi síðani funnið út av, at heilt nógv fólk lesa bókina júst á sama hátt og tað er á leið á sama Føroyavinaliga hátt sum hon er tulkað í filminum hjá Niels Malmros frá 1997. Hesin hugnaligi skeggabbafilmurin er í grundini eitt skrekkiligt útstýrs- og sjangrustykki, sum hvørki fangar skemtiligu fyndina, djúptøkna takksemi ella yvirhøvur universala lívstakksemið í bókmentaliga upprunahandritinum.

Perspektivið í filminum er útlendskt sum í eini turistbrosjuru við ultrakomiskum og at síggja til minni mentum føroyingum, sum tralla runt sum nissur í knæbuksum. Lutfallið er í grundini øvugt í bókini, sum umframt kærleikssøguna eisini inniheldur eina samfelags- og náttúrulýsing, har tað gongst stak illa hjá danskarunum í Føroyum, tó at teir sita á maktini. Eitt nú ganga donsku prestarnir allir undir í royndini at ognartaka, binda og frelsa fría náttúrumáttin.

Í grundini er filmurin Barbara eitt skúladømi uppá hvussu torført tað kann vera at filmatisera eina bók. Niels Malmros er dugnaligur leikstjóri, men filmurin fangar bara tað uttasta av skaldsøguni, sum tessvegna gerst einstreingjað og grunn eins og kundi talan verið um eina Barbara Cartland bók og har haldi eg meg skilja útsøgnina hjá Aidt. Um tú fylgir prestinum Poul í hansara undirgangsferð, so er Barbara líka ræðulig sum replikkin "Det er som om du bortfører mig Hr. Poul" sum eg meini stóð seg væl í kappingini um ársins vánaligastu filmreplikk tað árið. Barbara er á ein hátt skítbýtt, amoralsk, lokkandi og nymfoman. Men um tú lesur bókina nakrar ferðir og kanska eisini onkra kronikk, sum Jørgen Fratz Jacobsen skrivaði til Politiken, gerst greitt, at bókin í ógvuliga stóran mun snýr seg um kærleikan til heimlandið, sum Barbara eisini beinleiðis likamliga verður samanborin við í bókini.



Umframt, at Barbara er ein av yndisbókunum, telist eisini bókin Dýrmæta lív millum mínar heilt góðu lesiupplivingar. Spennandi at vita um nýggja bókin við brævaskiftinum millum Jørgen Frantz og Estrid veruliga er so góð sum Hans Hertel heldur hana vera. Óansæð so gleði eg meg aftur at lesa brøv hjá gløgga, gávaða og djúpt sympatiska rithøvundinum Jørgen Frantz Jacobsen.

(KP)