Klassiska Pac Man spælið kombinerað við eina líka so klassiska Mondrian mynd.
Hvat tey tó ikki finna uppá at gera fyri ta góðu sakina.
Ein av okkara mest umráðandi samfelagsuppgávum er miðlanin av list til børn og ung. Hyggja vit í tær politisku stevnuskránnar eru fleiri teirra, sum í grundini halda, at list og mentan er sjálvur vegurin til fatanina av hvat tað vil siga at vera føroyingur. Hetta kundi eg kanska havt hug at moderera eitt sindur við at siga, at list er ein møguleiki til tess at fáa eina meira nuanseraða mynd av sær sjálvum sum menniskja í heiminum og eina inngongd til fatanina av ymiskum mentanum, har í millum tína egnu mentan. Sostatt hava skúlar og mentanarstovnar sera stóra ábyrgd og noyðast alla tíðina at vera nýhugsandi, faklig og kreativ til tess at finna besta háttin at lata upp listina fyri ungdóminum. Har er góður íblástur at finna hjá fraklendingum, sum hava eina fína hevd fyri listabókmentum til børn. Onglendingar fata listaverkætlanir sum part av eini størri sosialari uppgávu og hava millum annað frálíkar listaverkætlanir til ung, ið eru illa fyri. Týskarar involvera listina í fleiri lærugreinir og lata listina vera støðið undir at læra tey ungu at hugsa komplekst og abstrakt og amerikanarar fara all the way við serligum listastovnum fyri børn og eini ófatiligari mongd av áhugaverdum pedagogiskum tilfari til allar aldursbólkar meðan skandinavar fokusera uppá børnini sum skapandi einstaklingar og lata listina stuðla teimum í teirra evnum til at úttrykkja seg og til at stýra og manerera gjøgnum tilveruna.
Her á landi eru fleiri stovnar, bæði almennir og privatir, sum gera eitt stórt arbeiði fyri mentanarmiðlanina. Granskað verður í barna- og ungdómsmentan og tað verður kannað, undirvíst og skjalført og ferðast kring landið við workshops, framsýningum, upplestri, konsertum osfr. Nógv vitandi og kreativ fólk eru, sum gera eitt veldugt arbeiði til fyrimuns fyri tey ungu ættarliðini, men lyndið er til, at henda listamiðlanin verður mett at vera nakað eyka - eitt slag av marglæti, sum vit kunnu forkela okkum sjálvi og avkom okkara við inn í millum.
Hetta er als ikki í tráð við politiska viljan. Í teirra politisku stevnuskráum tosa allir flokkar uttan miðflokkurin um hvussu neyðug listin er og um hvussu fólkið hevur krav uppá at eiga lut í listini. Listin verður her ikki fatað sum marglæti, men sum nakað vit hava krav uppá. Og um útgangsstøðið er, at børn og ung hava rætt til list, gerst tað straks meira áhugavert at menna listmiðlanina.
Mentamálaráðið umboðar bæði skúlan og mentanina og har skuldi tessvegna verið gott grundarlag fyri at menna eitt umfatandi samstarv millum mentanarstovnar, listafólk, skúlar og framhaldskúlar. Um vit veruliga meina, at børn og ung hava rættin til list er tað tíð uppá at gera eitt sindur meira fyri at geva teimum listina. Við eini umfordeiling av pengunum kundu undirvísingargongdir verið lagdar út til mentanarstovnarnar, barna- og ungdómsmentan kundi verið savnað í einum ráði, ið vegleiðir skúlar og barna- og mentanarstovnarnar. Listafólk kundu verið brúkt aktivt og skúlabókagrunnurin, barnabókasøvnini, musikkskúlarnir, Kringvarp Føroya, kvøldskúlarnir, sjónleikarhús og feløg, tey forsømdu mentanarhúsini osfr. kundu øll luttikið. Vit kundu eisini tikið eitt stev aftrat og involvera onnur ráð og kommunurnar og gjørt altjóða samstarv og skiftisskipanir. Hetta hevði verið í samsvari við politisku ynskini frá flestu flokkum. Tað hevði hjálpt mentanarstovnunum til at útinna teirra samfelagsuppgávu og hevði givini betri undirvísing í skúlunum og fyrst og fremst hevði hetta givið børnunum og ungdóminum rættin til listina
(IS)