Av ókendum orsøkum er kjakið um provolist horvið av Ingersa Facebook-veggi og tað er ógvuliga spell, tí har vóru fleiri áhugaverd innlegg bæði frá lærdum og leikum, frá listafólkum og áhugaðum. Tað sigur seg sjálvt, at provokatiónin er umráðandi í listini, sum vil røra, undra og øsa okkum, men eftirhondini skal rættiliga nógv til fyri at provokera, sum Inger skrivaði í blogginum http://listinblog.blogspot.com/2011/02/listin-at-provokera.html Tess meira undrunarvert er tað, at eg ikki finni kjakið um provolist á Ingersa Facebook-veggi. - Kann tað veruliga passa, at Facebook hevur tikið tað burtur?
Grundin til, at eg yvirhøvur hugsi tann vegin er kjakið um myndina omanfyri l´Origine du monde (Heimsins uppruni), sum franski realisturin, slóðbrótarin Gustave Courbet málaði í 1866. Hetta kjakið byrjaði við, at DR2 tann 12.februar hevði eitt evniskvøld, ið nevndist "Kussen": DR2 Tema sætter fokus på et af kvindekroppens store tabuer: Kussen. Hvordan taler vi om den, hvad siger moden og hvordan står det til med orgasmerne og kirurgien? Skal den moderne kvindes kusse være stram og glatbarberet – eller trænger den til at blive befriet for tidens krav?". Eg minnist, at eg føldi meg heldur enn ikki piparsliga og smædna, tá eg við ristandi høvdi og eini sjálvvissandi viðmerking um fúlir danskarar skifti kanal.
Síðan gloymdi eg alt um kususendingina og visti sostatt ikki av, at danski listamaðurin Frode Steinicke sum viðmerking til sendingina setti myndina hjá Courbet á Facebook-veggin hjá sær. Stutt eftir varð myndin tikin burtur eins og Facebookprofilurin hjá Steinicke varð gjørdur óvirkin. Hetta vildi ein annar danskur listamaður og provokatørur Uwe Max Jensen ikki finna seg í. Uwe Max Jensen er m.a. kendur fyri, at hann í fleiri ár var útihýstur av AROS eftir at hann í 2005 kastaði sær av vatninum í vatnskulpturin Waterfalls í eini performance við skemtiliga heitinum "At hæve vandstanden i en skulptur af Olafur Eliasson". Uwe Max Jensen, ið fleiri ferðir er revsaður orsakað av, at hansara verk hava verið fatað sum herverk, gjørdi so mikið nógv burtur úr sensurinum hjá Facebook, at eisini fraklendingar fingu tað við, tá skrivað varð um málið í stóru fronsku bløðunum Le Monde og La Liberation. Fraklendingar vóru sjálvsagt í øðini um vána viðferðina av teirra stóru málarahetju og Facebook varð einmælt illkent fyri amerikanskan býttiskap og mentanarloysi. Ein ørgrynna av fraklendingum løgdu myndina hjá Courbet á teirra Facebook-vegg og síðani er tað hent, at Facebookprofilurin hjá bæði Steinicke og Max Jensen eru gjørdir virknir aftur.
Málið snýr seg sjálvandi um, at fólkini handan Facebook ikki er áhugað í útbreiðslu av pornografi og tað er í fínasta lagi. Trupulleikin stendst av, at tey eyðsýniliga ikki duga at skyna í millum porno og list. Men um tað veruliga er inkvisitoriska bigbrother eygað hjá Facebook, ið hevur strikað provokjakið av Ingersa Facebook-veggi, kunnu vit ikki annað enn undrast, at tey ikki eisini hava strikað gággumyndina hjá Inga Sørensen á sama veggi, fyri ikki at tala um tey mongu og fúlu uppskotini, sum komu uppá fyrispurning okkara um eitt føroyskt heitið fyri "kussekunst", sum vit skulu brúka til okkara 8.mars blogg. Um sensururin hjá Facebook skal gerast munadyggur mugu tey fáa sær ein smettara, sum dugir føroyskt.
Tað er jú tað, at óansæð um tað er Facebook, Bill Justinussen, Jógvan á Lakjuni ella løgmaður, sum á onkran hátt vilja tálma kjakinum og gera tað meira hampiligt, so er sensurur ongantíð eitt gott hugskot. Fyri tað fyrsta er sensurur bygdur á so mikið veikt og krympisligt grundarlag, at einki skal til fyri at bróta hann niður og serliga í dag nú øll hava atgongd til alt á netinum. Trupulleikin við tí fúla er eyðvitað, at tað er so mikið grundleggjandi sum tað er og at tað eitt nú spælir ein umráðandi leiklut í okkara uppruna. Myndin hjá Courbet er bara ein realistisk mynd av einum undirparti av eini kvinnu. Fatar tú myndina sum nakað, ið skal strikast av Facebook, kann tað bert hava okkurt við tína egnu tankagongd at gera.
Hugsanin um, at okkara sjónvarp og útvarp skulu vera meira hampilig enn aðrar sjónvarpsrásir er langt úti og ber brá av eini tankagongd har tað ber til at isolera seg frá umheiminum í eini hampiligari og gudiligari føroyskari ostaklokku, har kynslívið bert er til innan fyri karmar hinskynda hjúnarbandins. Nýpuritanska hampiligheitin skal hvørki á Facebook, Kringvarpi Føroya ella nakra aðra staðni forða okkum í at kjakast og fyrihalda okkum kritiskt til list, til kyn og til makt.
Málningurin hjá Orlan frá 1989 eitur L´origine de la guerre (Krígsins uppruni)
http://www.lemonde.fr/technologies/article/2011/02/16/l-origine-du-monde-de-courbet-interdit-de-facebook_1481226_651865.html
http://www.dailymotion.com/video/xh62ao_l-origine-du-monde-de-gustave-courbet-censuree-sur-facebook_creation
(KP)