Ove Mogensen, leiðari í Kunstmuseum Sønderjylland í Tønder helt í gjárkvøldið fyrilestur í Steinprenti við forvitnisliga heitinum Tann norðurlendska myndlistin og hví norðbúgvar eru so løgnir. Tað var Norðurlandahúsið, ið stóð fyri tiltakinum, sum gjørdist hugvekjandi uppliving hjá okkum í ekslusivu áhoyrarafjøldini, ið taldi smáar 20 áhoyrarar.
Kann vera, at tað hendir ov nógv av listarligum og mentanarligum tiltøkum hetta vikuskiftið og møguliga er tað av hesi orsøk, at so fá møttu til fyrilesturin, men spell allíkavæl.
Fyrilestrarhaldarin tók støði í einum tí kendasta og størsta norðurlendska verkinum og gitti, at vit øll hugsaðu um Skríggj hjá Edvardi Munch. Restin av myndadømunum vóru fyri tað mesta úr listasavninum í Tønder og tað var áhugavert at hoyra um teirra arbeiði við at fáa stuðul til innkeyp av listaverkum. Teirra strategi tóktist tó grundað á eitt heldur konstruerað grundarlag um melankolsk og døpur norðurlendsk listafólk, sum antin eru meira kúrr og meira introvert enn tey suðurlendsku, og sum eru tung og djúp, eisini tá tey gerast ekspressiv og larmandi í litunum. Fyrilestrarhaldarin byrjaði við at greiða frá, at hann hevði verið og vitjað Listasavn Føroya, sum hann helt vera nógv verri nú enn tá hann var her seinast og tað er altíð keðiligt at hoyra. Sum eg havi skilt tað, er Várframsýningini við at verða hongd upp, so eg veit ikki um tað eisini eru partar av hesum, sum Ove Mogensen hevur sæð, men vit ætla at síggja og skriva um hesa framsýningina í næstum.
Aftan á fyrilesturin varð høvið hjá áhoyrarunum at spyrja um ymiskt og tað merktist, at flestir áhoyrarar vóru fakfólk, sum eisini dugdu at fyrihalda seg kritiskt til fyrilesturin. Ein listamaður helt, at Munch í grundini var týskur ekspressionistur, tí hann búði í Týsklandi eitt tíðarskeið og hansara úttrykk var týskari enn tað var norskt. Hann helt sum heild, at Mogensen í síni uppbýting millum suður og norð, katolikkar og protestantar osfr. slapp sær ov lætt framvið Týsklandi. Ein annar av áhoyrarunum hevði ta áhugaverdu eygleyðing, at øll hugtøkini, sum Ove Mogensen brúkti til at lýsa norðurlendsku sinnisstøðuna við, í grundini ikki vóru norðurlendsk: Melankoli kemur úr Grikkalandi, longsulin eftir tí æviga stavar frá týsku romantikkini osfr. Takk Norðurlandahúsið, Steinprent og áhoyrarar fyri áhugaverda uppliving.
(KP)