Hósdagin 17.mars, kl. 19:30
Fyrilestur við Ove Mogensen, yvirinspektøri á listasavninum í Tønder, við heitinum: Tann norðurlendska myndlistin og hví eru norðbúgvar so løgnir?
Tiltakið er í Steinprent á Skálatrøð. Fyrilesturin er fyriskipaður av Norðurlandahúsinum.
Atgongumerki á 40 kr. verða at keypa við dyrnar.
Ove Mogensen hevur skipað fyri fleiri framsýningum av føroyskari list m.a. Mikines, Ingálvi av Reyni og Tóroddi Poulsen.
Evni: tann norðurlendska myndlistin og hví eru norðbúgvar so løgnir.
Ein stuttleikaferð í tí norðurlendsku myndlistini, ið roynir at lýsa eyðkennir hennara, ið tengjast at myndlistini í norðurlondum. Listamenn sum Edvard Munch, August Strindberg, Per Kirkeby, Kain Tapper verða tiknir uppí, eins og sipað verður til religión, heimspeki, tónleik, film og bókmentir í Norðurlondum.