Mikukvøldið var áhugaverd endursending á sjónvarpsskránni "Eingin Nólsoyar Páll". Føroysk sending frá 1995. Bogi Godtfred legði til rættis. Sendingin verður lýst soleiðis: "Í Fuglakvæðinum læt Nólsoyar Páll seg sjálvan í tjaldurs-ham og embætismenninar í rovfuglaham. Tjaldrið verjir smáfuglin - føroyingar - móti rovfuglaálopum. Á Grækarismessu koma tjøldrini, og hesaferð kemur Nólsoyar Páll við - sum standmynd. Listaverkið hjá Hans Paula Olsen varð avdúkað í Vágsbotni 12. mars og tað fær okkum at spyrja hvønn týdning Nólsoyar Páll hevur havt í síni samtíð og til dagin í dag."
Sendingin um Nólsoyar Páll frá 1995 er fantastiska áhugaverd at síggja í 2011 og 16 ára langa frástøðan gevur høvið til at gera sær onnur perspektiv enn vanliga jesaríið um hvussu óhugnaliga skjótt tíðin líður. Nú 8. mars júst fór framvið má eg siga, at eg eri veruliga bilsin av hvussu mannsdominerað sendingin var. Uttan at vera alt ov sjálvglað tori eg at halda uppá, at væl fleiri kvinnur høvdu verið involveraðar, um sendingin varð gjørd í dag. Tíðin er eirindarleys, tað vita vit av og so eru rákini í tíðunum eisini nógv týðiligari at síggja, jú størri fjarstøðan er í tíð. Spurningurin er bara um okkara fatan av rákunum í grundini ikki er rættiliga grunn. Í øllum førum spekuleraði eg uppá um nakar annar enn júst teir føroyingarnir, sum minnast turbulentu tíðina í byrjanini av 90´unum heilt skilja hvat tað snýr seg um. Tí at ALT í sendingini snýr seg um tíðina, um fullveldisvónirnar, ið komu í kjalarvørrinum av fallittini og av donsku niðurgerðingini, sum fylgdi fallittini.
At vera føroyingur kenst javnan sum at svimja í klæðum. Tað er strævið, tá ALT altíð endar við at snúgva seg um tjóðveldi ella samband. Tað tykist enntá eisini sum um list- og bókmentafatanin partú skal gjøgnum eitt politiskt filtur har tú greidliga merkir eitt nú hvør er tjóðveldisfólk og hvør er javnaðarfólk. Tjóðveldisfólk lesa og dáma Carl Jóhan Jensen, javnaðarfólk lesa og dáma Hanus Kamban osfr. Hetta sama tykist galdandi í sendingini, har tjóðskaparfólkini tykjast framúr væl nøgd við 1,2 mió koparstandmyndina hjá Hans Paula Olsen, meðan onnur eru meira ivasom.
Tað er sera áhugavert, at listamaðurin í sendingini verður konfronteraður við kritikkin. Hetta eru vit als ikki von við og tó at tað møguliga var eitt sindur óbehagiligt hjá listamanninum, so er tað áhugavert at síggja í dag, at fólk í 1995 væl vóru greið yvir historiserandi konstruktiónina og tonsatunga symbolinnihaldið, ið merkir standmyndina. Og sjálvandi var Hans Pauli Olsen, sum tann dugnaligi, væl lærdi og upplýsti listamaðurin, sum hann er, eisini fullgreiður yvir hetta.
Tíðin er eirindarleysi dómarin hjá okkum øllum og tað er so ómetaliga lætt at gera seg klókan uppá fortíðina, serliga hana, sum enn er lutfalsliga nær. Hugsi eg um tíðarskeiðið, skilji eg væl tørvin á einum nationalum symboli, sum kann fungera sum eitt slag av fuck you fingri til danska yvirvaldið. Eftirráðin hevði eg tó heldur mælt til at brúkt fuck you fingurin sum Sámal Blak gjørdi til pallprýði hjá 200 á G! (Og tá var standmyndin helst eisini bíligari enn Nólsoyar Páll (1,2 mió!!!!!)). Óansæð um tú ert javnaðar- ella tjóðveldisfólk er, tá alt kemur til alt lítið at ivast í, at Rógvi Thomsen hevur rætt í síni meting av eintýðugu standmyndini, sum hann kallar fyri statslist og sum hann samanber við monumentini eystanfyri.
(KP)