Wednesday, March 30, 2011

Eina poetiska rødd ríkari...

Rithøvundafelagið skipar javnan fyri mikudagsupplestri í Sirkus í Havn og har eru ofta spennandi ting á skránni, men eg haldi, at tey onkuntíð kundu valt hósdagsupplestur ella fríggjadagsupplestur, tí mikudag liggur ikki fyri hjá øllum at koma. Well, men í kvøld eru heilt nógvar góðar grundir at fara oman í Sirkus, men tær mest umráðandi grundirnar eru tær poetisku, tí tað sær út til (samb. smakkroyndum í Vencli), at føroyski skaldskapurin er vorðin eina poetiska rødd ríkari og hetta er als ikki gerandishending innan føroyskar bókmentir. Tað er henda røddin, sum fer at ljóma í Sirkus í kvøld og so vítt eg veit fer hon í næstum at geva út eitt savn.

Vit hava fingið fatur á stuttliga tíðindabrævinum frá Rithøvundafelagnum og seta tað inn her. Niðri undir seta vit eina av nevndu smakkroyndunum í Vencli.
Nú várar. Tjøldrini klippa hol í breiðtjaldið hjá vetrinum og kut úr øðrum og ferskari veruleika leita inn á nethinnuna og nerta fram gróður úr sálarmoldini.
Og ein av hesum spírum er nýføroyskur skaldskapur.
So leggur tú leiðina oman í Vágsbotn í kvøld og letur várljósið bera teg upp á ovastu hædd í Sirkus, góði lesari, fært tú høvið at hoyra ein av okkara yngri og halda fleiri og fleiri (teirra millum ein garasjuforgudaðurTóroddur Poulsen) besta prógvið um at skaldskapi enn er lív lagað í Føroyum á føroyskum - hóast alt.
Men hvør er hon?
Ja, tað hevði dámt tær at vita, ha?
So rist nú letina av tær, vetrarmøddi lesari, og set betra beinið fyri, syft afturpart og bul upp úr sofuni og fúk skjótt sum flygsingur flýgur oman í Vágsbotni, men gloym ikki høvdið eftir í sjónvarpsglæmuni, tú fært brúk fyri tí í Sirkus, trúgv mær.
Vit hittast í kvøld klokkan átta.



Varandi vetur.
Minnir um
grótbrot,
niðurdotnar klettar
í kava,
har
holur rúma
øllum við glerpípum.
Brúktur
barndómur
kennir turrar hendur,
kabalir, ingifer,
svølta
te,
prikandi sofu,
suð í krúnum
anga av
tara av
flakum av bambusi
av blankari
skræðu.
Rennandi eftir
sparkaðum blikkum
á ósløttum asfalti,
hvítt
í grønum.
Flenn ókenda
við borðiskum í rygginum.
Hendur á
hondum,
dansandi maður
á gráum sementi.
Órógvin
krýpur innar
í bundnari troyggju.
Brún, brotin lyfti
í reyðum rúmi,
har vatnlitsmyndir
eiga fyrsta minnið.

At sita og hugleiða
um hví, hvat og hvussu
er so líkatil,
tá mánin hongur rundur
og lýsandi á svørtum.
Sendir eina beina
silvurgøtu eftir vatninum
og
á meg,
noydda
á knæ...

(s.51-53 í Vencil Nr.6/2009)