Saturday, March 26, 2011
Jóhan Martin á várframsýningum
Í morgun skínur sólin við eini slíkari megi, at tað kann næstan ikki vera talan um annað enn um vársól. Tað er vár og við várinum koma várframsýningar. Ungi listamaðurin Jóhan Martin Christiansen úr Havn er í løtuni umboðaður bæði á Várframsýningini í Listasavninum í Havn og á Charlottenborg í Keypmannahavn. Hann er serstakur í føroyskum listahøpi við tað, at hann fyrst og fremst arbeiðir við hugskotsgrundaðari list, ella konseptlist, sum tað eisini nevnist. Umframt at hann luttekur á teimum báðum várframsýningunum stendur hann eisini fyri eini herligari gluggaframsýning í Istedgade 107, sum vit eisini seta myndir inn av her, sum listamaðurin sjálvur hevur tikið. Á heimasíðuni http://www.kopenhagen.dk/ skilja vit, at Jóhan Martin sjálvur hevur ein blog: TIP: Tjeck Jóhan Martin Christiansen og hans blog: johanmartinchristiansen.blogspot.com/
Labels:
Myndlist