Hava uppsetingarnar broytt seg við tíðini?
Er leikurin hin sami nú sum tá?
Hevur leikstjórin broytt seg?
Er hann hin sami nú sum tá?
Sæst hetta 50 ára “samlívið” aftur í MEÐAN VIT BÍÐA EFTIR GODOT á Tjóðpallin í 2011.
Sunnudagin 20. mars kl. 15.00 fer Mikkjal N. Helmsdal, leiklistafrøðingur at hava eina framløgu undir heitinum ” Beckett og Godot í leiklistarsøguligum høpi”.
Meðan vit bíða eftir Godot myndar eitt vegamót í leiklistini, og peikar bæði aftureftir og frameftir í leiklistarsøguna. Aftureftir, tí Beckett var sera ein sera tilvitaður og væl lisin rithøvundur, ið kendi sína bókmenta- og leiklistasøgu út og inn, og frameftir, tí Beckett og hinir absurdi leikhøvundarnir í samtíð hansara gjørdist ímyndin av nýbroti og nýhugsan innan sjónleikaskriving og fingu stóra ávirkan á eftirfylgjandi ættarliðini. Í fyrilestrinum verður stutt lýst, hvat Absurda leiklistin sum rák var, og Beckett verðu lýstur sum rithøvundur við serligum atliti til arbeiði hansara at skriva leikin Meðan vit bíða eftir Godot . Víst verður á, at hóast Beckett ger upp við meginrákini í evropeiskari leiklist, so byggir hann samstundis í stóran mun víðari á nógvar av kendastu høvundunum innan hevdvunnu leiklistina.