Friday, March 11, 2011

Nýggir limir í virðislønarnevnd

LISA hevði aðalfund 3.mars í Pæsastovu. Vit høvdu formansfrágreiðingina á listablogginum mikudagin og endurgeva nú tað, tey skriva um aðalfundin. Á myndunum síggja vit Inger Smærup Sørensen, Agnar Lamhauge og Oddfríður M.Rasmussen, sum eftir tilmæli skulu manna virðislønarnevndina, sum landsstýriskvinnan í mentamálum skal seta til tess at gera tilmæli um virðislønir og heiðursgávur fyri árini 2011-2013 (sí niðasta punkt á skránni). Í virðislønarnevndini sótu áðrenn Páll Danielsen og Astri Luihn umframt Oddfríður Rasmussen. Vit hava áður á blogginum havt eitt yvirlit yvir nevndir o.a. av týdningi fyri maktstrukturin innan føroysku listina. http://listinblog.blogspot.com/2010/07/hvr-hevur-vald-innan-listina-i-froyum.html

Møtt á aðalfundi vóru Bárður í Baiansstovu, Arkitektafelag Føroya. Ólavur Jakobsen, Einleikarafelag Føroya. Agnar Lamhauge, Føroya Tónleikarafelag. Pauli Hansen, Føroysk Tónaskøld. Jenny C. Petersen, Leikarafelag Føroya. Bárður Jákupsson, Myndlistasambandið og Oddfríður M. Rasmussen, Rithøvundafelag Føroya.








1. Val av orðstýrara og fundarskrivara
Jens M. Dalsgaard var valdur.

2. Ársfrágreiðing formansins

Formaðurin legði fram

3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

Samtyktur

4. Val av starvsnevnd og tiltakslimum

Oddfríður Rasmussen /Carl Jóhan Jensen og Jenny Petersen / Kristian Blak standa fyri vali

Afturvald

5. Val av grannskoðara

Afturvaldur

6. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár

Óbroytt

7. Viðgerð av innkomnum málum

7.1. Uppskot til broyting av § 4, 1. setningi: Umboðsráðsfundurin er hægsti myndugleiki í Listafólksambandinum og verður hildin um mánaðarskifti februar - mars.

Samtykt


7.2. Uppskot til broyting av § 7. 1. setningi: Starvsnevndin er vald á aðalfundinum ímillum limirnar í limafeløgunum.

Samtykt

7.3.Tilmæli um tríggjar limir í virðislønarnevnd, sum landsstýriskvinnan í mentamálum skal seta at gera tilmæli um virðislønir og heiðursgávur fyri árini 2011-2013.

Agnar Lamhauge
Oddfríður M. Rasmussen
Inger Smærup Sørensen

8.Ymist

Fundur lokin kl. 21.15