Leiðarin fyri Tjóðpall Føroya um Saltsilo-skjølini, sum vóru løgd fram á Listini sunnudagin:
Viðvíkjandi komandi samstarvi millum SALT og Tjóðpallin, so er eingin formlig avtala enn, men ein slík kann koma, um verkætlanin verður veruleiki. Fyri umleið trimum árum síðani var fundur millum meg fyri Tjóðpallin, táverandi dagliga leiðaran í Sjónleikarhúsinum og fyrireikaran av Silo-verkætlanini, sum tá var í umbúna. Tá gav eg munnliga tilsøgn um, at áhugi var fyri at koma á gestavitjan við leikverkum, tá hølini vóru klár til tess, og Tjóðpallurin hevði leikverk á skrá, sum til bar at ferðast við. Harafturat varð nevnt, at tað kundi verið skipað fyri frumsýning í Siloini, um hóskandi leikverk fór at verða sett upp. Vit hava ikki havt samband við fyrireikaran síðani tá og kenna einki annað til verkætlanina enn tað, sum hevur verið frammi í miðlunum.
Jenny C. Petersen
Viðmerkingin er uppá fyrispurning.
Skjølini: