Monday, March 21, 2011

Marjun Syderbø Kjelnæs fingið barnabókavirðisløn


Dómsnevndin í norðurlendska skúlabókavarðafelagnum hevur á fundi í Keypmannahavn gjørt av, at Norðurlendska barnabókavirðirlønin 2011 skal fara til Marjuna Syderbø Kjelnæs fyri ungdómsbókina Skriva í sandin (2010). Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í 1974 í Havn og er útbúgvin sjúkrarrøktarfrøðingur. Í 2009 fekk Marjun S. Kjelnæs starvsløn í 3 ár frá Mentanargrunni Landsins og hon hevur seinastu árini arbeitt burturav við at skriva.

Hinar bøkurnar, sum vóru innstillaðar til Norðurlendsku barnabókavirðislønina 2011 vóru:
Konrad och Kornelia (2010) eftir Katarina von Numers-Ekman (tekstur) och Christel Rönns (myndir)
Saker som aldrig händer eftir Johanna Lindbäck (Rabén & Sjögren 2010)
Tonje Glimmerdal eftir Maria Parr (Det Norske Samlaget 2009)
Idiot! eftir Oscar K og Dorte Karrebæk (Høst & søn 2009)
Bedstemor Huldas bibliotek eftir Thórarinn Leifsson (Torgard 2010) (íslendsk útgáva: Bókasafn ömmu Huldar)

Heiðurslønin verður handað 17 juni í Svøríki. Dómsnevnin var mannað av Susann Etzell (FI), Katarina Wallman (SV), Øystein Norvoll (NO), Karen Odegaard (DK), Tóra Jónsdóttir (ÍS) og Solveig Debess (FO).

http://www.snar.fo/skipan/tiindi/news/uprunafoeroyska-ungdomsbok-fra-bokadeildini/