Ivamál, spurningar og gitingar hava verið uppi at venda í sambandi við Siloverkætlanina á Drelnesi.
Saltsilogrunnurin vil tí bjóða umboðum fyri fjølmiðlunum suður til kunnandi løtu í Naddoddaneystinum, hósdagin 24. mars. Vit bjóða gott smyrjibreyð og eitthvørt leskandi, og tit eru vælkomin at seta spurningar.
Skráin:
Smyril siglir av Havnini kl. 09.30
SALT tekur ímóti á Krambatanga (uml. 11.30) og vit fara við bussi í Naddoddaneystið, men fyrst ein lítlan túr inní Siloina, har Tróndur Enni og Eyðun Nólsøe framføra eitt lag.
Smyril siglir aftur av Krambatanga kl.15.30. Bussur koyrir tykkum yvir.
Saltsilogrunnurin sær fram til, at tit møta fjølment.
vegna Saltsilogrunnin
Ólavur Rasmussen